Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bergur – ikki so einfalt

Jógvan við Keldu

Ein klekistøð ella føðiklinikk er sjálvandifyrsti parturin av lívi, meðan annar parturer umstøðurnar har ein verður uppaldur

Ein klekistøð ella føðiklinikk er sjálvandifyrsti parturin av lívi, meðan annar parturer umstøðurnar har ein verður uppaldur

Fyri viku síðani hevði eg grein á portalinum á Norðlýsinum undir yvirskriftini “Klaksvíkar Tónlistarskúli – ein tónlistarskúli í framgongd”.

Undir greinini skrivaði Bergur Jacobsen ella rættari sagt bæði staðfesti hann og spurdi: “Hvar eru messingblásararnir? Klaksvíkin hevur verið kend fyri sítt “brass band”, sítt hornorkestur. Men her sæst ongin føðiketa til hornorkestrið!!! Okkurt er livandi galið innan tónleika frálæruna í Klaksvík (Norðoyggjum), tá hon ikki eisini, og kanska framum alt, stuðlar undir eitt livandi hornorkestur”!

Av teirri orsøk, at Bergur Jacobsen í hesum høpi ikki er “ein og hvør”, hevur spælt í Klaksvíkar Hornorkestri og stjórnað tí eitt skifti, hevur eisini verið búsitandi í Bretlandi og er eingin ivi í, at hetta liggur honum nær og er hansara hjartamál, havi eg hug at koma við eini viðmerking.

Eg havi lyndi til í ávísan mun at geva honum rætt, um bara verður hugt at einfalda úrslitinum við rekruteringini,men samstundis haldi eg, at málið langt frá er so einfalt, sum hann ger tað til. – Hóast tað so haldi eg, at tað ger onki, um málið verður umrøtt.


Ein breiðan tónlistaskúla

Bergur eigur at gera sær greitt, at Tónlistarskúlin skal hava eina breiða undirvísing, hann hevur ikki færri enn 189 næmingar við 13 full- og parttíðar settum lærarum har undirvíst verður í 13 ymiskum ljóðførum, og eitt av hesum er horn!

Ein klekingarstøð ella ein føðiklinikk er sjálvandi fyrsti parturin av lívi, meðan annar partur er umhvørvið, ein verður føddur inn í. Kenslan av at hava tað gott og framvegis fáa føði, sleppa at røra seg og gerast spentur uppá framtíðina. Her er tað sera avgerandi hvussu umstøðurnar eru.

Nú havi eg fylgt tónleikalívinum í Klaksvík og í Føroyum í øllum førum í 50 ár, kanska serliga kórtónleiki, klassiskum-ogeisini horntónleiki, og havi sjálvandi gjøgnum árini gjørt mær mínar tankar, havi vanliga roynt at verið til tær konsertir, sum eg havi kunnað verið til – eisini hjá hornorkestrinum.


Ein ávís egoisma

Havi havt meiri enn ein varðhuga av, at nøkur eru sum hava áhuga í kórtónleiki og ikki leggja so nógv íkonsertirnar í horntónleiki. Onnur eru, sum hava áhuga í horntónleiki, tá konsertum viðvíkir, og slettis ikki leggja so nógv í kórtónleik. Felags er tó fyri hesi er, at “tey hava kanska periferiska interessu, men onki engagement”. – Tað er ein veldugur munur. – Hetta er so bara tvey dømi, og er ikki bara í Føroyum, finst eisini uttanum okkum. Sjálvandi er so talanum popptónleik, jazz ella onnur sløg, sum aftur hevur síni fólk, ið lurta og luttaka.

Tíverri haldi eg, at Bergur, hóast eg í ein lítlan mun eri samdur við honum, er strandaður í eini egoistiskari hugsan og ikki hugsar um breiddina.

Tí er mítt uppskot, at tey sum skipa føðikelduna (ketuna) og tey, sum bjóða nýklaktu talentunum víðari í lívinum, seta seg niður og tosa um málið, tí onki er, sum ikki kann gerast betri og heldur ikki hesi viðurskifti, og har er óivað nógv at tosa um.


Bergur Come on

Men Bergur, niðurstøðan hjá mær er, at eg haldi, at tú í hesum føri hevur eina rættuliga einfalda staðfesting, spurningurin er áhugaverdur, men eg haldi ikki “nakað er livandi galið”, haldi tín subjektiva meining og harði dómur um tónleikafrálæruna vigar alt ov tungt í javnvágini.

Come on Bergur, latið okkum í felag skorða undir. Er horntónleikur títt hjartabarn, mítt hjartabarn er, og hevur altíð verið, Tónlistarskúlin og heildin, hann hevur havt og hevur ein stóran týdning fyri býin!


Bestu heilsanir

Jógvan við Keldu