Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bókaframløga í dag kl. 15:00

Síðsta bindið av Leirvíkar bygdarsøgu verður lagt fram í bygdarhúsinum í Leirvík sunnudagin 23/3 kl. 15.00.Hanna Jensen, Forkvinna i Mentanarnevndini hjá Eysturkommunu, og Osmund Justinussen flyta fram røðu. 17 sangarar við Jógvan við Keldu og Hanus G. Johansen syngja. Felagssangur og høvdasúpan. Eisini verður bókasøla har rithøvundurin signerar bókina.

Síðsta bindið av Leirvíkar bygdarsøgu verður lagt fram í bygdarhúsinum í Leirvík sunnudagin 23/3 kl. 15.00. Hanna Jensen, Forkvinna i Mentanarnevndini hjá Eysturkommunu, og Osmund Justinussen flyta fram røðu. 17 sangarar við Jógvan við Keldu og Hanus G. Johansen syngja. Felagssangur og høvdasúpan. Eisini verður bókasøla har rithøvundurin signerar bókina.

Øll eru hjartaliga vælkomin

—-

Ein veldug søga er skrivað. Tann størsta bygdarsøgan í landinum. Og hvat um tað? Jú, hevði meginparturin av tí, sum er í teimum seks bindunum verið leysasøgur, tvætl og møsn, var hetta alt saman lítið vert, nýttuleyst órudd. Men meginparturin er tilfar fingið til vega við nógvum arbeiði, gransking og eftirkanning. Mangt er lisið umaftur, rættað og rættlisið av øðrum góðum fólki.

Kanska kundi ein tíggjundapartur verið skorin frá sum lættisoppur, og kanska átti eg ikki at tikið afturíaftur eitt og annað, sum er nevnt í teimum fyrru bindunum. Tað er kortini gjørt, so at hvørt bind og hvørt evni sær verða lættari at koma at. Endamálið er, at eitt og hvørt evni í bókaverkinum kann lesast uttan stórvegis kunnleika til alt hitt, sum er umrøtt aðrastaðni. Tað, sum kann tykjast lættisoppur, er tíðum ætlað at vera ein annar máti at lýsa tíðina, okkurt fyribrigdi ella okkurt fólk.

Í slektsøgunum er roynt at fáa eina mynd av slektunum í 2-300 ár: makar, foreldur, verforeldur og børn í nýggjum og aftur nýggjum ættarliðum. Fólk komu til bygdar, og fólk fóru av bygdini. Roynt hevur verið at fylgt teimum, sum giftust av bygdini, í eini tvey, trý ættarlið. Hetta er tó ikki fullfíggjað. Fyrst og fremst hevur slektsarbeiðið snúð seg um ættarliðini í bygdini. Her havi eg eisini í 20. øld spurt um útbúgving, arbeiði ella starv, og nær tey bygdu so bæði menningin í útbúgvingum og húsasøgan eru partvíst við í slektsøguni.

Á vári 2007 varð farið til verka og nú, sjey ár eru farin aftur um bak, verður bókaverkið latið úr hondum. Alla tíðina hevur alnótin verið av allarstørsta týdningi í samskiftinum við stuðlar, fróðarfólk og bygdarfólkið. Leirvíkar bygdarsøga hevur sjálvsagt eisini sín maka á alnótini, har øll áhugað kunnu finna navnalistar, ískoyti, rættingar og viðmerkingar og kunna seg um innihaldið í øllum bindunum.

Eftir er at takka øllum. Lat meg fyrst nevna konu mína Betty, sum tolin hevur latið mannin sita dag um dag, á sumri og um høgtíðir. Tað skal meira enn jobs tol til. Ein annar, sum tíðum hevur havt sama tolið, er Axel Eysturstein, sum í síni tíð beyð sær til at umbróta bøkurnar og fáa tær til prentingar. Bók eftir bók hevur hann uttan stórvegis háva sett upp, hevur stibrað meg, tá ið á stóð, og hevur greitt arbeiðið væl og virðiliga úr hondum. Uttan teir fíggjarligu stuðlarnar, sum lótu mær arbeiðið upp í hendi og hava staði við endan alla tíðina, var rætt og slætt einki bókaverk. Menninir aftan fyri tann stuðulin og feløgini hava verið Jógvan Elias Joensen, Osmund Justinussen og Ingvar Joensen; sí bind 1 bls. 17. Tað er mín vón at bygdarfólkið eisini hávirðismetir hesa vælvildina hjá teimum. Harafturat hava fleiri almennir stovnar og feløg, sum eru nevnd í bindi 1 bls. 17, stuðlað bókaútgávuni og eiga hjartans takk aftur fyri.

Og so alt fróðarfólkið, sum hevur litið mær so nógv upp í hendi: Freydis Poulsen, sála, Jóhan Mikkelsen, Jákup í Gerðinum, Max Weihe, Torgir Strøm og mong onnur í bygd og av bygd, sum eru nevnd undir heimildarfólk. Ómetaliga stór og kærkomin gáva. Av alstórum týdningi fyri dygdina hevur eisini rættlesturin hjá bygdarmanninum Karl N. Hansen verið, av tí at hann aftur og aftur eisini hevði viðmerkingar til innihaldið, serstakliga í teimum fýra fyrstu bindunum. Eisini Borghild Sjúrðaberg eigur takk uppiborna fyri rættlesturin.

Góðu bygdarfólk og øll tit, sum hava givið hesum arbeiði ans: túsund takk fyri søgutilfar, myndatilfar, beinasemi  og áhuga. Vónandi havi eg lønt tykkum tað væl aftur við hesum verkinum. Takk øll somul.

Í Helsinge á kyndilsmessu 2014-03-19

Martin Fjallstein

—–


Prísir:

Bind 6, ættarsøgan    kr. 350,-

Tey fyrru bindini hvørt kr. 250,-

 Pakki við 6 bindum   kr. 1.000,-