Eyðgunn Samuelsen, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin hevur sent løgtinginum uppskot til samtyktar um at kannað tørvin á yrkislærdari arbeiðsmegi í framtíðini.
Eyðgunn Samuelsen, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin hevur sent løgtinginum uppskot til samtyktar um at kannað tørvin á yrkislærdari arbeiðsmegi í framtíðini.
Løgtingið heitir á landsstýri. um at taka stig til, saman við vinnuni at gera eina ætlan um, hvat kann gerast fyri at nøkta tørvin næstu 10 árini á yrkislærdari arbeiðsmegi, og grundað á hesa ætlan leggja fyri Løgtingið neyðug lógaruppskot í hesum sambandi.
Viðmerkingar:
Ætlanin eigur at taka støði í eini neyvari kanning, ið metir um, hvussu stóran tørv á yrkislærdari
arbeiðsmegi samfelagi hevur næstu 10 árini.
Tað hevur stóran týdning at vita, hvussu støðan er á arbeiðsmarknaðinum, tá ið setast skal út í
kortið, hvussu vit kunnu skapa bestu karmar fyri framtíðar búskaparvøkstri. Vit hava hoyrt nógv
seinastu árini um, at stórur tørvur er á yrkislærdari arbeiðsmegi, serliga innan el- og maskinyrki. Vit
hava eisini hoyrt, at metstórt tal av elektrikarum og maskinmonnum starvast uttanlands, eitt nú í
norsku frálandavinnuni. Samstundis er tilgongdin til yrkisútbúgvingar sera lítil í mun til tilgongdina
til bókligar útbúgvingar.
Í samband við at steðga fráflyting og skapa fólkavøkstur hevur kjak verið um, í hvønn mun vit
útbúgva fólk til arbeiðsloysi heldur enn at útbúgva fólk til tann tørv, vinnan í breiðastu merking
hevur. Tað veri seg verandi vinnur og komandi breiðkan av vinnugrundarlagnum, eitt nú innan
skapandi vinnur og tænastuvinnurnar, sum til dømis eina komandi ferðavinnu.
Lærlingaskipanin fatar í dag um hesar vinnur: Handverk (el, timbur, metal), flutning, grafiska- og
miðlayrki, handil og skrivstovu, tænastu og tilvirking og matvøruyrki. Lærlingatilgondin er nógv
merkt av konjunkturunum. Tá tilgongdin var í hæddini í 2006, var hon 407 lærusáttmálar, síðani er
hon minkað hvørt ár, tó vóru 229 lærusáttmálar í 2012, talið kvinkaði upp til 256 í 2013.
Í skrivligum fyrispurningi frá undirritaðu á várið 2013 svarar landstýrisma.urin soleiðis:
”Tað finnast ikki metingar í Mentamálaráðnum, sum vísa tørvin á yrkislærdari arbeiðsmegi. Men
sambært Yrkisdeplinum, sum er knýttur at Mentamálaráðnum, hevur spurningurin verið umrøddur
við Vinnuhúsið. Og teirra meting er, at tørvurin á yrkislærdari arbeiðsmegi ikki er nøktaður í dag. Í
eini kanning, har Vinnuhúsið hevur spurt seg fyri, hava 26 av 30 fyritøkum svarað, at tær
mangla yrkislærda arbeiðsmegi”.
Tørvurin er neyvan minkaður síðani, havandi í huga tað nógva byggivirksemi, sum er byrjað og um
at byrja kring alt landið.
Kappingin við okkara grannalond um yrkislærda arbeiðsmegi sær ikki út til at minka í nærmastu
framtíð. Í Noregi vísir ein greining hjá norsku hagstovuni á, at eftirspurningurin eftir yrkislærdari
arbeiðsmegi kann væntast at vaksa nógv skjótari enn útboðið, um ikki tiltøk verða sett í verk fyri at
uppraðfesta yrkisútbúgvingarnar. Við verandi gongd metir norska hagstovan at í alt umleið 130.000
yrkislærd fara at mangla í 2030. Hetta tal fevnir um bæði privata og almenna geiran.
(www.industry.fo 4. november 2013)
Sama avbjóðing er Í Danmark, har ov fá taka eina y




