Útróður: Kallanes er tann útróðrabáturin, sum hevur selt fyri mest higartil í 2014.
Útróður: Kallanes er tann útróðrabáturin, sum hevur selt fyri mest higartil í 2014.
Yvirlit yvir bólkarnar 4A og 4B, sum umfata útróðrabátarnar, er at finna hjá Vørn. Tað vísir, at av teimum útróðra bátunum, sum ikki hava egni maskinu, hevur Kallanes selt fyri mest í krónum higartil í ár. Hann tann einasti, sum hevur selt fyri yvir eina millión. Næstur honum er Bragd, meðan Brandur er nummar trý.
Sambært Vørn hava teir bestu tríggir bátarnir selt so nógv:
1. Kallanes 1.232.814 kr.
2. Bragd 828.972 kr.
3. Brandur 732.434 kr.




