Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kanadiumenn høvdu betri boð enn Bakkafrost

Jógvan Hugo Gardar

Í morgun hevur Marine Harvest selt partar av alingini í hetlandi og Orknoyggjunum. Keyparin er kanadiska fyritølan Cooke Aquaculture.

Í morgun hevur Marine Harvest selt partar av alingini í hetlandi og Orknoyggjunum. Keyparin er kanadiska fyritølan Cooke Aquaculture.

Bakkafrost hevur verið nevnt sum ein av møguligu keyparunum av aliloyvunum sum Marine Harvest noyddist at selja í Hetlandi og Orknoyggjunum. Og fyritøkan skal hava verið við í kappingini heilt til tað seinasta.

Tá Marine Harvest í 2013 keypti pólsku fyritøkuna Morpol, ið góðskar laks í Póllandi, og hevur aling í Noregi og Skottlandi, so gjørdist Marine Harvest ov stórt í Skottlandi. ES kom við einum kravi um at fyritøkan noyddist at selja burturav, fyri at fáa góðkent keypið.

Aliloyvir í fyritøkuni Meridian, sum Morpol átti, blivu bjóðaði út. Hesi kunnu framleið millum 15.000 og 20.000 tons av laksi um árið.

Bakkafrost við í kappingini

Tá Norðlýsið tosaði við fíggjarstóran, Ivand Vindheim, og aðalstjóran, Alf-Helge Aarskog, fyri góðari viku síðani, tá vóru boðini at alt gekk eftir ætlan, og roknast kundi við eini avgerð áðrenn 1. apríl. Teir vildu tó hvørki vátta, ella avsanna, hvussu nógvir áhugaðir keyparar vóru eftir.

– Alt gongur eftir ætlan, og vit ætla at vera klár áðrenn freistin, ið er at sølan skal vera uppá pláss í fyrsta ársfjóðringi, segði Ivan Vindheim.

Saman við gamla høvuðseigaranum í Bakkafrost, Salmar, var Bakkafrost millum heitastu boðini um ein keypara. Sum skilst á lagnum vóru fýra møguligir keyparar eftir hesa seinastu vikuna, og tað vóru Bakkafrost, Scottish Sea Farms (sum Salmar og Lerøy eiga í felag), Dawnfresh og so kanadiska alifyritøkan Cooke Aquaculture.

Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrost, hevur fleiri ferðir sagt at tey hava eygu og oyru opin fyri møguligum aliloyvum og fyritøkum sum koma til sølu. Helst ynskir fyritøkan at keypa í ”grannalagnum”, tað vil siga í Skottlandi ella í Noregi. Bakkafrost hevur ikki vilja sagt nakað um teir hava bjóða. Av tí at talan er um fyritøkur sum eru skrásettar á virðisbrævamarknaðinum, so er vanlig at einki lekur út fyrrenn ein avtala er komin uppá pláss.

Brúkti meir enn eina milliard

Cooke Aquaculture er ein av fáu fyritøkunum sum ongantíð eru nevndar sum ein møguligur keypari. Fyritøkan hevur høvuðsstøð á kanadisku eysturstrondini, í býnum Black Harbour, og er ein familjufyritøka. Frammanundan hevur fyritøkan aling í Norður- og Suðuramerika. Keypið í Skottlandi er teirra fyrsta í Evropa.

Cooke Aquaculture vil við Meridian-loyvunum framleiða meir enn 100.000 tons av laksi um árið, og staðfestir sína støðu sum heimsins fimtstørsta alifyritøka.

Stjórin í Cooke Aquaculture, Glenn Cooke, hevur lagt 122,5 milliónir pund, ella 1,1 milliard krónur á borðið. Tað er munandi meir enn gitingar vóru frammanundan. Greinarar sum kenna Meridian-loyvini mettu virði í aliloyvunum til at liggja millum 800 og 900 milliónir krónur.