Mikudagin var skipað fyri FM í European Business Game. 7 bólkar luttóku í finaluni, sum varð hildin í Vestmanna. Kappingin var sera jøvn, og vinnandi bólkurin gjørdist DipFish frá gymnasialu tøknibreytini á Tekniska Skúla í Klaksvík.

Í kappingini European Business Game skulu næmingar “stovna” eitt hugsað virki, gera eina virkisætlan og neyðugar kanningar í hesum sambandi, t.d. marknaðarkanning og fíggjarætlan.
Vinnandi verkætlanin snúði seg um at framleiða eina dressing úr livralýsi, sum inniheldur tær sunnu Omega 3 feittsýrunar. Teir tríggir næmingarnir, Hávarður Vinjardsson Guttesen, Tummas Vang Magnussen og Baldur Meitil hava gjørt royndir og funnið fram til ein vælsmakkandi dressing, sum hóskar væl afturvið fiski.
Tíggju evropeisk lond luttaka í kappingini, og næmingarnir frá Tekniska skúla hava nú vunnið sær rætt at umboða Føroyar í evropeisku kappingini fyri miðnámsskúlar, sum verður í Italien í summar.