Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

VIDEO: Fari at leggja dent á fyribyrging og lokalt samstarv

John William Joensen

Kári Thorsteinsson lat í morgun ábyrgdina av norðurøkinum, sum er Norðoyggjar og Eysturoy, yvir til Jógvan Páll Joensen á móttøku á politistøðini í Klaksvík.

Kári Thorsteinsson lat í morgun ábyrgdina av norðurøkinum, sum er Norðoyggjar og Eysturoy, yvir til Jógvan Páll Joensen á móttøku á politistøðini í Klaksvík.

Leiðaraskifti á politistøðini í Klaksvík from Norðlýsið on Vimeo.

Jógvan Páll Joensen kemur frá einum vaktleiðarastarvi í Tórshavn til økisleiðarastarvið í Norðøkinum. Í takkarrøðu síni segði Jógvan Páll Joensen at hann fór eins og undanfarna leiðsla at leggja dent á fyribyrgjan í tøttum samstarvið við lokalu myndugleikarnar í økinum. Kári Thorsteinsson hevur verið økisleiðari í 4 ár og sum skilst er ætlanin við nýggja leiðslubygnaðinum at manningin í leiðarastørvunum skal skifta regluliga.