Harleywoodpaint
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tátan er góð

Dávur Winther

Nær skal tú sleppa suttuni? Hvussu skal tað gerast? Ja, tað eru spurningar, sum foreldur mugu seta sær og børnum sínum í ymiskum bilum.

Nær skal tú sleppa suttuni? Hvussu skal tað gerast? Ja, tað eru spurningar, sum foreldur mugu seta sær og børnum sínum í ymiskum bilum.

Ymiskir eru mátarnir og aldurin, hetta verður gjørt. Ein máti er at hava “Tátutræ” at heingja suttuna í.

Úti í Gøv í dag, hekk okkurt undarligt í einum træi, sum vísti seg at vera ein sutta hjá Tórir. Hon hekk so fitt í einum snóri við klemmu í endanum at festa á troyggjuna ella jakkan. Aldur stóð á og nær tey høvdu hongt suttuna – ella lagt suttuna frá sær.

Síggi fyri mær, at foreldur og kanska systkin hava øll verið við á hesi tungu ferð saman við Tórir Úti í Grøv, har suttan varð sleppt fyri seinastu ferð. Onkur troystarrík orð hava ivaleyst verðið um, at Tórirnú ervorðin stórur.

Ja, so gongur tíðin og eitt nýtt skeið tekur við. Sólin skein so vakurt í dag á suttuna hjá Tórir, sum hekk hugtung um ongan góðan at hava meir, uttan vakra umhvørvið Úti í Grøv.

Sólin skein eisini á Tórir í dag og fer vónandi at gera tað alla hannsara fagra aldur.