Kringvarpið plagar at skipa fyri kafépráti, har tveir ymiskir persónar hittast um eitt kanska annarleiðis prát. Í morgun hevði Archibald Balck boðið Hermann Oskarsson til eitt prát á kaféini, Fríðu í Klaksvík.
Kringvarpið plagar at skipa fyri kafépráti, har tveir ymiskir persónar hittast um eitt kanska annarleiðis prát. Í morgun hevði Archibald Balck boðið Hermann Oskarsson til eitt prát á kaféini, Fríðu í Klaksvík.
Har vórðu nógvir steinar vendir, sjálvandi Nólsoyar Páll, politiska skipanin, hví verða tilmæli ikki fygld, tekning, máling, Veðraplátan, veljarin og politikarin, høgra og vinstra, moralisma, grøna leiðin, fanatisma, eftirtíðin o.m.m.
Kríggið og skotsk tónleikamentan hugtekur Archibald, helst tí at pápi hansara, Archibald, sum var skoti og eisini var við í krígnum – tónleikavalið var eisini hareftir og okkurt annað við.
Jú, Hermann og Archibald komu vítt umkring í hugnaliga umhvørvinum á Fríðu, har Archibald hevur verið ráðgevi og lutvíst sniðgevi. M.a. hongur ein nýggj mynd av Nólsoyar Páll inni har, so sum Archibald Balck hugsar sær hann man hava sæð út – Málningurin er gjørdur eftir myndum, sum hann hevur sæð, av fólkum tætt í ætt við Nólsoyar Páll.
Archibald Black er í beinari linju í ætt við Nólsoyar Páll og situr á garði hansara á Myrkjanoyri. Sum tøkk fyri ómakin at koma longu leiðina til Klaksvíkar til eitt prát, fekk Hermann eitt tjógv av Myrkjanoyri frá Archa, sum hann eisini verður nevndur.




