Føroya Ríðingarfelag hevði herfyri aðalfund. Nýggja nevndin sær soleiðis út, Hans Vilhelm Lútzen, formaður, Bødvar Hjartvarsson, næstformaður, Mortan Hansen, Tummas Rubeksen og Brandur í Dali eru nevndarlimir. Tiltakslimir eru Michel Nielsen og Martin T. Samuelsen
Nevndin hevur nógv átøk fyri framman, m.a. kappríðingar, Leynavatnstevna og ikki at gloyma vælumtóktu Djóradagarnir, sum sjálvandi eru á skrá aftur í ár.




