Harleywoodpaint
Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Høgni og Fróði keypt TelduTænastuna

TelduTænastan hevur skift eigarar. Handilin fer at gera enn meira við at veita tænastu til øll – virki og privat, siga nýggju eigararnir, Fróði Clementsen og Høgni Thomsen.

TelduTænastan hevur skift eigarar. Handilin fer at gera enn meira við at veita tænastu til øll – virki og privat, siga nýggju eigararnir, Fróði Clementsen og Høgni Thomsen.

– Vit hava keypt eina spennandi fyritøku, sum hevur grundarlag fyri at vaksa og mennast. Møguleikan at keypa eina slíka fyritøku fáa vit ikki ofta, so vit ivaðust ikki í at smekka til og keypa, siga Høgni Thomsen og Fróði Clementsen.i nandi fyritøku, sum leggur dent at veita tænastu til øll – virki

Eftir 27 ár sum stjóri og eigari av TelduTænastuni hevur Regin Andreasen valt at selja fyritøkuna. 35 ára gamli Fróði Clementsen, sum verður stjóri, og 30 ára gamli Høgni Thomsen hava keypt fyritøkuna, og teir eru farnir í gongd við nýggja virksemið í handlinum á Staravegi 5, sum er granni hjá Skemmuni.

Tænasta til øll

Bæði Høgni og Fróði hava drúgvir royndir frá sølu og tænastu, og teir trívast væl í nýggja umhvørvinum á Hálsi.

– TelduTænastan hevur veitt vinnuni, stovnum og privatfólki eina framúr góða tænastu seinastu 25 árini, og tað fara vit framvegis at gera. Vit fara at royna at veita eina enn betur tænastu og at breiðka vøruúrvalið, so tað verður meira at velja ímillum, sigur Fróði.

Egið verkstað

Tað hevur ofta stóran týdning fyri kundarnar, at teldurnar verða umvældar skjótt, um tað er tørvur á tí – ikki minni fyri vinnulívið.

Ein av orsøkunum til at vit valdu at keypa TelduTænastuna var, at Teldu Tænastan hevur egið verkstað við heili trimum teknikarum og flestu eykalutum á goymslu. Hetta merkir fyri kundan, at hann í flestu førum kann fáa telduna aftur dagin eftir, um hon verður verður í ólagi. Tað er tænasta, sigur Fróði Clementsen.