Áhaldandi søgur hava gingið um fiskin hjá Rán og Phoenix, sum felagið Thor í Hósvík eigur, ið skipini eru komin við av Flemish Cap.
Áhaldandi søgur hava gingið um fiskin hjá Rán og Phoenix, sum felagið Thor í Hósvík eigur, ið skipini eru komin við av Flemish Cap.
Í øðrum ørindum í Ánunum í dag, gjørdu fólk okkum varug við, at fiskurin, sum Ran var í gongd við at leggja upp har, neyvan var hagreiddur á nøktandi hátt.
Leingi gekst at landa, og sum skiltist, so mátti sumt brótast upp við kúbeini og øðrum góðum, tí eini gott 70 tons, ella tað sum svarar til út ímóti 100 tonsum av Flemish Cap kvotuni, serstakliga stórur og góður fiskur, vórðu fryst saman í ein veldigan klump í lastini.
Fyri at fáa sjón fyri søgn, fóru vit ein túr umborð har eisini, sum vit vanliga eru umborð á skipum á Klaksvík og fingu nakrar myndir av lastini.
Tað sá milt sagt ikki tespiligt út í okkara eygum. Bæði har afturi í lastini og fram ímóti skottinum har frammi lógu stórir flottir toskar saman í einum stórum klumpi. Hvat er hent, ber okkum ikki til at siga, men tað sýntist ikki sum um skipinum restaði innpakning, tí hópin av nýggjum eskjum vóru at síggja umborð.
Vit sóu eisini fisk, sum var væl innpakkaður í pappír og sá út til at vera hagreitt eftir tí, ein væntar av matvøruhagreiðing ídag, men hesir stóru samanfrystu klumparnir sóu alt annað enn innbjóðandi út.
Kvotan á Flemish Cap er partur av ”fólksins ogn” og hoyrir til tilfeingið hjá okkum øllum, tí má tað vera eitt krav at tey, ið fáa loyvi at troyta hetta tilfeingið, fara somikið væl um, at hetta gevur so góða inntøku fyri landið, sum møguligt.
Hetta var bert ein partur av lastini, sum vit sóu. Men komast kann ikki uttanum, at slíkur hugburður til okkara fiskatilfeingið kann neyvan góðtakast.
Thor onga viðmerking
Stjórin hjá Thor, Hans Andrias Joensen, vil onga viðmerking gera, men gjørdi greitt, at um greinin var løgd út á netið var málið melda fútanum, tí Norðlýsið hevði ikki loyvi at fara umborð á Rán.
Í blaðnum fríggjadagin verða fleiri myndir, sum vóru tiknar í lastini av fiskinum.




