Nýtt havnalag í Klaksvík
Nýggja havnalagið millum Bedingskaiina og Kósakaiina varð avhendað til Klaksvíkar Havn í dag á lítlari samkomu á atløgubryggjuni seinnapartin.
Hetta havnalagið er smáar 60 metrar til longdar, og er samlaður kostnaður 6,7 mió. kr., sum er væl minni enn tað, kommunan upprunaliga hevði roknað við.
Jógvan Skorheim, borgarstjóri helt røðu, har hann takkaði arbeiðstakarunum fyri valaverk, og fegnaðist um hetta íkastið til havnalagið, sum nú tilsamans er um 360 m – Kósakaiin, Bedingskaiin og nú hesir 60 m, sum eru bygdir afturat.
Millum annað vísti borgarstjórin á, at henda bryggjan liggur tætt upp at Klaksvíkar Sleipistøð og Kósavirkinum. Vón hansara er, at nógvur aktivitetur verður í økinum, og at allar fyritøkur og handlar í Norðoyggjum fáa gleði og gagn av hesari íløgu”.
Kristian Rasmussen, verkfrøðingur hevur verið byggiharraráðgevi og hevur haft verkætlanarleiðsluna, byggileiðslu og fakeftirlit.
Preben Hansen, ráðgevandi verkfrøðingur hevur projektera kaiina og bjóða arbeiðið út.
KJ-EL ráð v/ Kristmar Johannesen hevur projektera EL og haft fakeftirlit, Byggifelagið KANJON hevur framt byggiarbeiðið, El-pro við Jákup Paula Jacobsen hevur framt el-arbeiðið, meðan Vatndeild kommununar hevur tikið sær av vatnleiðingsarbeiðinum.
Tekniska Umsiting hevur tikið sær av ráðleggingarpartinum hjá Klaksvíkar Havn.
Tað var undanfarna Havnanevndin, ið tók stig til at raðfesta hesa verkætlanina, sum tók stig til at raðfesta hesa verkætlanina, sum alt býráðið tók undir við, tí kommunan sá fyri sær, eisini vísandi til økta virksemi á Bedingina, at alt vinnuøkið á Kósini, fór at fáa stórt gagn av hesi verkætlan.
Sáttmálin varð undirskrivaður í mai 2013 og var seinasta hond lagd á í hesi vikuni.
Óluva Klettskarð, forkvinna í Havna- og Vinnunevndini helt eisini røðu, áðrenn boðið var til eitt ábit inni á Kósini eftir hátíðarløtuna.
Hon tók millum annað soleiðis til í røðu síni:
“Undanfarna havnanevnd tók stig til at raðfesta hesa verkætlan, og alt býráðið tók undir við verkætlanini, tí kommunan sá fyri sær umframt økta virksemið á Klaksvíkar Sleipistøð, at alt vinnuøkið á Kósini fór at fáa stórt gagn av hesum”.
Óluva Klettskarð, forkvinna í Havna- og Vinnunevndini treiv í søguna um bygging av havnalagi og beding í Klaksvík upp gjøgnum tíðirnar og endaði røðu sína við hesum orðum:
“Sum havna- og vinnunevndarforkvinna er tað mær ein heiður og gleði at taka ímóti hesum valaverki. Og tað er harumframt sera hugaligt at síggja og hoyra, at hetta verk longu hevur verið til gagns fyri virksemi hjá millum øðrum Klaksvíkar Sleipistøð”.
“Sum eg skilji, eru arbeiðir umborð á størri skipum longu avgreidd, og tað gleðir meg at Klaksvíkar Kommuna kann vera við til at skapa kappingarføri, eisini fyri Klaksvíkar Sleipistøð.”
“Hetta fer eisini at betra um umstøðurnar hjá Kósini, har skip fáa ligið og landa, samstundis sum onnur fáa aðrar veitingar. Og harafturat verða útbyggingarmøguleikarnir til vinnuligt virksemi á økinum í millum Kósina og Sleipistøðina størri við hesi íløgu”, segði Óluva Klettskarð at enda.




