Harleywoodpaint
Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vil hava reinari laks

Jógvan Hugo Gardar

Sum heimsins størsti aliframleiðari ynskir Marine Harvest at tryggja at forbrúkarin ikki skal óttast møgulig eiturevnir í laksinum.Í morgun hevur Marine Harvest boða frá at fyritøkan sum tann fyrsta í heiminum setir sær sum mál at øll eiturevnir skulu úr laksinum.

Sum heimsins størsti aliframleiðari ynskir Marine Harvest at tryggja at forbrúkarin ikki skal óttast møgulig eiturevnir í laksinum.Í morgun hevur Marine Harvest boða frá at fyritøkan sum tann fyrsta í heiminum setir sær sum mál at øll eiturevnir skulu úr laksinum.

Í summar skrivaði norska VG at myndugleikarnir í Noregi heittu á fólk um ikki at eta aldan laks meir enn tvær til tríggjar ferðir um vikuna, tí fiskurin hevur ávís eiturevnir í sær. Hetta gjørdu myndugleikarnir hóast mongdin var langt niðanfyri mørkini sum til dømis ES setur.

– Sjálvt um mongdin av eituri er lægri enn tað myndugleikarnir í dag hava sum mark, og mongdin lækkar, so ynskja vit í Marine Harvest at skúgva allan iva til viks, um hvussu nógvan laks fólk kunnu eta.. Tí skal øll fiskaolja sum vit brúka reinasast hereftir, sigur aðalstjórin í Marine Harvest Group, Alf-Helge Aarskog.

Fyritøkan hevur gjørt eina avtalu við FF Skagen um reinsing av allari fiskaolju sum fyritøkan skal brúka í alingini. Hetta skal samstundis tryggja at ongin avmarking skal vera á hvussu nógv fólk kunnu eta av aldum laksi.

– Hetta er eitt risafet fyri Marine Harvest, ið hevur sum mál at gerast ein fyritøka sum skal framleiða alla ketuna frá fóður til laksin á tallerkinum heima hjá kundunum. Vit ynskja at brúka okkara støðu til at tryggja at tað vit framleiða hevur tí allarbestu góðskuna, sigur Aarskog.

Hann vísir á at tað javnan er orðskifti um laksur er sunnur ella ikki, og hvussu nógv ein kann eta av laksinum.

– Hetta eru orðaskiftir sum ørkymla forbrúkaran. Okkara mál er at fáa allan ivan, um hvussu sunnur laksurin er, av vegnum. Úrslitið er at laksurin frá okkara alibrúkum gerst enn sunnari, sigur Aarskog.

Hjá FF Skagen eru tey nøgd við nýggju avtaluna við Marine Harvest.

– Vit eru stolt av at kunna hjálpa til við at gera laksin enn sunnari, sigur stjóri í FF Skagen, Jóhannes Pálsson. FF Skagen skal reinsa fiskaoljuna hjá Marine Harvest.