Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Framúr góð úrslit av samstarvi millum ALS og Smyril Line

Tíðindaskriv

Í 2011 byrjaði samstarv millum ALS og Smyril Line, sum hevði til endamáls at geva arbeiðstøkum føroyingum møguleika fyri at fáa starv umborð á Norro˞nu. Samstarvið, sum nú heldur fram triðja árið á rað, er eydnast so mikið væl, at tíggjutals føroyingar eru komnir innaftur á arbeiðsmarknaðin ígjøgnum skipanina.

Í 2011 byrjaði samstarv millum ALS og Smyril Line, sum hevði til endamáls at geva arbeiðstøkum føroyingum møguleika fyri at fáa starv umborð á Norro˞nu. Samstarvið, sum nú heldur fram triðja árið á rað, er eydnast so mikið væl, at tíggjutals føroyingar eru komnir innaftur á arbeiðsmarknaðin ígjøgnum skipanina.

Arbeiðsloysið í Føroyum var komið upp á sítt hægsta í mong ár, tá ALS og Smyril Line síðst í 2011 settu seg saman at gera eina ætlan fyri, hvussu tað kundi lata seg gera at fáa føroyingar, sum stóðu uttan arbeiði, ein møguleika fyri at koma í starv umborð á Norro˞nu.

Leiðslan í Smyril Line ímyndaði sær, at fólkini úr ALS skuldu manna hotellpartin, sum í mong ár hevði verið mannaður av póllendingum. Tað var tá vorðið alsamt truplari at fáa arbeiðsloyvi til útlendingarnar.

Samstarvið millum ALS og Smyril Line skuldi standa sína roynd frá mars 2012 til oktober sama ár. Tað stóð ikki á at fáa mannað leysu størvini, og av teimum 155 fólkunum úr ALS, ið vóru til samrøðu, fóru umleið 50 til arbeiðis umborð tá. Somuleiðis varð skipanin roynd í fjør og í ár við góðum úrsliti, hóast tað gleðiliga síðani er hent, at arbeiðsloysið er munandi minkað.

Í ár teknaðu omanfyri 100 fólk úr ALS seg til at arbeiða fyri Smyril Line, harav umleið 70 hava verið til samrøðu. Higartil hava yvir 30 fólk verið royndartúr, og fleiri eru longu sett í starv umborð á Norro˞nu.

Avtalan er sett soleiðis saman, at øll arbeiðsleys hava møguleika fyri at fáa eina starvssamrøðu við Smyril Line. Samrøðan er síðani avgerandi fyri, um tann einstaki arbeiðstøki fær møguleikan fyri at royna seg umborð á einum túri frá til dømis hósdegi til mánadag. Her sleppur viðkomandi at arbeiða innan eitt ella fleiri av teimum økjum, sum finnast umborð. Tað kann vera hotellpartur, køkur, matstovupartur, reingerð, krambúð ella í móttøkuni. Eftir royndartíðina umborð, er aloftast greitt, um samstarvið millum arbeiðstakara og arbeiðsgevara er so mikið nøktandi fyri báðar partar, at starvssáttmáli kann spyrjast buruturúr.

Úrslitið av samstarvinum millum ALS og Smyril Line er ein rættilig sólskinssøga fyri føroyska arbeiðsmarknaðin, tí hetta hevur gjørt, at tíggjutals arbeiðstøkir føroyingar aftur hava bitið seg fastar á arbeiðsmarknaðinum. Hetta verður staðfest við at hyggja eftir samansetingini av manningini hjá Smyril Line, har eini 70 prosent av teimum, sum arbeiddu umborð fyri 4-5 árum síðani, vóru útlendingar. Tá summarsiglingin byrjar í ár, verða møguliga heilt upp í 90 prosent av størvunum umborð mannaði av føroyingum.

Smyril Line hevur ikki bara fingið góða arbeiðsmegi úr ALS. Hýrurin á Norro˞nu er nógv broyttur, tí samanhaldið er av tí besta. Fyrr sótu fólk mangan atskild og ótu í messuni, men nú kenna øll seg at vera í felagsskapi. Bæði føroyingar og útlendingar. Sambært Smyril Line hevur Norro˞na ongantíð sæð betur út enn nú. Hetta kemst fyrst og fremst av, at arbeiðið, sum gjørt verður umborð av eldhugaðum starvsfólkum, er fyrimyndarliga gott. Tí er leiðslan í felagnum sera væl nøgd við samstarvið við ALS.

Leysasøgur hava róð framundir , at tað er ALS, sum rindar lønina hjá teimum, ið fáa hýru umborð á Norro˞nu, og at hesi ikki fáa fulla løn. Hetta er sjálvandi ikki rætt. Tað er Smyril Line, ið rindar lønina hjá teimum, sum fáa starv, og hýran tekur sjálvandi støði í teimum lønarsáttmálum, ið eru galdandi á føroyska arbeiðsmarknaðinum.

Góðu úrslitini umborð á Norro˞nu eru komin fyri oyruni á øðrum arbeiðsgevarum, ið hava vent sær til ALS og spurt, um tað finst tøk arbeiðsmegi til ávísar uppgávur. Sostatt er nógv, sum talar fyri, at væleydnaða skipanin er komin fyri at vera.