Harleywoodpaint
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Matoyðsl á breddan í Umhvørvisvikuni

Tíðindaskriv

Sambært tølum hjá ST-stovninum FAO eru 925 milliónir fólk kring heimin, sum svølta. Samstundis metir sami stovnur, at meir enn 30 prosent av heimsins matvøruframleiðslu endar sum burturkast.

Sambært tølum hjá ST-stovninum FAO eru 925 milliónir fólk kring heimin, sum svølta. Samstundis metir sami stovnur, at meir enn 30 prosent av heimsins matvøruframleiðslu endar sum burturkast.

Matoyðsl ella matspill verður eisini ovast á breddanum í Umhvørvisvikuni, sum Tórshavnar Kommuna skipar fyri í døgunum 3. til 10. mai, og sum hevur fingið undirheitið ”Spill er spell.”

Danska-russiska Selina Juul, sum í fjør fekk Umhvørvisvirðisløn Norðurlandaráðsins fyri sítt stríð móti matoyðsli, verður gestur á Umhvørvisvikuni og fer leygardagin 3. mai at hava fyrilestur um, hvussu vit kunnu fáa meira burtur úr okkara mati og tí, sum ofta verður burturbeint.

”Eg eri sera fegin um, at tað er eydnast at fáa Selinu Juul til Føroyar. Evnið í Umhvørvisvikuni er sera aktuelt beint nú, tí vit liva í einum ”brúka-og-blaka-burtur samfelagi,” og tí halda vit tað hava týdning at seta fokus á hetta evnið,” sigur Elin Lindenskov, forkvinna í teknisku nevnd hjá Tórshavnar Kommunu.

Í 2008 stovnaði Selina Juul rørsluna Stop Spild Af Mad, sum í dag er størsta brúkararørsla móti matoyðsli í Danmark. Rørslan hevur av álvara sett matoyðsl á breddan í samfelagnum, og Selina Juul hevur fingið fleiri heiðrar fyri sítt arbeiði. Meira kann lesast um Selinu Juul og Stop Spild Af Mad á heimasíðuni www.selinajuul.com

Fleiri onnur tiltøk eru eisini í Umhvørvisvikuni. Temakvøld verður í Østrøm um køkshavar og kompost. Plantumarknaður verður í Miðbýnum, og afturvendandi tiltakið ”Plantið eitt træ” verður eisini í Umhvørvisvikuni.

Skipað verður eisini fyri ymsum gongutúrum við ferðaleiðarum, og so verður eisini farið í sniglakríggj. Umhvørvisvikan endar leygardagin 10. mai við stórum felags ruddingardegi.