Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Endiliga ein sigur Stjørnuna

Ítróttur

Tað bleiv til ein greiðan 28-19 sigur til stjørnukvinnurnar, tá tær í kvøld høvdu vitjan av StÍF. Rumenski leikarin hjá Stjørnuni Ana-Maria, bleiv eins og flestu øðrum dystum mannsvard frá fyrsta bríksli av, men í mun til aðrar dystir, so tóku aðrir leikarar ábygd í kvøld. Serliga vóru tað Mina Sirdal og Ella Petersen sum gjørdu um seg. Mina gjørdist toppskjútti 9 málum, men Ella setti bólti í netið 8 ferðir.

Kappingini líður nú móti endanum, so dysturin hevði ikki tann stóra týðningin, men tað er altíð gott við einum sigri, nú tað hevur gingið so illa.

Sunnudagin verður aftur hondbóltsdystur í KÍ-høllini, tá kvinnurnar hjá Neistanum vitja.

Harleyfacadeacryl