Føroyski parturin av Marine Harvest kemur eisini at brúka reinsa lýsi í síni framleiðslu av laksi. Í gjár boðaði leiðslan í heimsins størstu alifyritøku, Marine Harvest Group, frá at framyvir skal lýsi sum skal brúkast til alifóður skal reinsast fyri eiturevnir, sjálvt um mongdin av hesum longu í dag er lægri enn tað myndugleikarnir hava sett sum mark.
Føroyski parturin av Marine Harvest kemur eisini at brúka reinsa lýsi í síni framleiðslu av laksi.
Í gjár boðaði leiðslan í heimsins størstu alifyritøku, Marine Harvest Group, frá at framyvir skal lýsi sum skal brúkast til alifóður skal reinsast fyri eiturevnir, sjálvt um mongdin av hesum longu í dag er lægri enn tað myndugleikarnir hava sett sum mark.
Føroyska dótturfelagið hjá Marine Harvest Group kemur eisini at framleiða laks við reinsaðum lýsi, sigur stjórin í Marine Harvest Faroes, Hans Jákup Mikkelsen. Hetta kemur tó ikki at merkja framleiðsluna.
Fráboðanin hevur onga ávirkan á framleiðsluna, tí vit keypa fóður úr Norra sum er og tá tað verður minni av dálkandi evnum í, so gongur framleiðslan fyri seg á sama hátt. At tað verður minni av dálkandi evnum í er ein spurningur á marknaðarsíðuni, sigur Hans Jákup Mikkelsen.
– Marine Harvest Group hevur tikið avgerð um, at vit skulu brúka fiskalýsi, sum er reinsað. So tað verður eisini hjá okkum. Og tann tilgongdin er byrjað, sigur hann.
Spurningurin um reinsing av fiskalýsinum er knýttur til at meir dálkandi evnir eru í feitum fiski.
– Vit framleiða í dag eina sunna og góða matvøru. Nøgdin av dálkandi evnum, sum dioksin og PCB, í laksinum hjá okkum liggja væl undir øllum markvirðum. Hesi dálkandi evnini, sum talan er um, goyma seg í feitti, og tískil hevur feitur fiskur meira av hesum evnum enn soltin fiskur, sigur hann.
– Fyrimunur við at ala laks er, at vit stýra øllum liðum í framleiðsluni. Tað vil siga at vit avgera hvat laksurin skal eta. Við bert at tilseta reinsa lýsi í fóðrið, verður innihaldið av dálkandi evnum lægri enn í dag, sigur stjórin á Marine Harvest Faroes.
Marine Harvest Group byggir í dag eina fóðurverksmiðju í Noregi, og hevur sum mál at framleiða alt fóðrið til síni alifeløg.
– Vit keypa frá Skretting sum er og hvussu verður, tá Marine Harvest fer at framleiða sítt egna fóður, vita vit ikki í dag, sigur Hans Jákup Mikkelsen.




