icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Handilsfelagið í Klaksvík umskipað

Oliver Joensen

Klaksvíkar Handilsfelag hevur ikki verið virkið í eina tíð, men í morgun varð felagið umskipað á fundi á Norðlýsinum í morgun.

Tað er Palli Ziskasson, vinnu- og mentanarstjóri í Klaksvíkar Býráð, ið hevur verið ein av stigtakarunum til at endurstovna felagið.

Í nevndina komu, Søren Z. Jacobsen, John William Joensen, Beinta Klakkstein, Jákup Heinesen, Malena Andreassen og Elsa Olsen.