Eg eigi ein pápa og eina mammu. Pápi mín hevur verið sjúkur av Parkinson, nakað yvir 25 ár. Tey búðu í Eldraíbúð Undir Kráarbrekku. Pápi mín var so illa fyri nú, at vit søktu, at fáa pláss á hasum “Heimi við Vágna”, tí hann hevði brúk fyri hjálp 24 tímar um døgni. Mamma orkaði heldur ikki meir, at passa hann meir. Mamma verður 84 ár nú í juni, um hon klárar tað.

Vit vóru bara so glað, tá ið vit fingu at vita, at tey sloppu inn. Vit søgdu íbúðina upp undir Kráarbrekku. Eg skal verða fullkomiliga erligur og siga, at eg fataði hetta heimið, sum tað var til 2 fólk. Meini eg sá tekning ella skitsu, har fakta man fekk tað fatan, og at har var eit Te-køkur o.a.. Men hvat eri eg skuffaður síðan hetta hendi.
Mammu situr fullkomiliga krassja ídag. Hon hevur ongastaðni at búgva. Hon situr og grætur hjá mínar Fastur, har hon hevur sovi. Hon sleppur ikki so mikið, sum at sova út hjá pápa mínum. Møguliga er hetta mín feilur tí eg missfataði hvat hetta var fyri heim.
Er hetta veruliga so, Føroyar bjóðar einum 84 ára gamlari konu, sum av misgávum eisini hevur misfata okkurt, sum ikki er nakað galið við, tí hon er 84 ár.
Hvar er menniskja rættigheitin???
Hvat skal man gera????????
Jan Klein
Bay Roberts, Newfoundland
Canada