Í tí sambandi var stór móttøka í Havn ídag og samstundis kom út bók um ÍSF, sum rithøvundurin og journalisturin Uni Arge hevur skrivað.
Bókin ber heitið Føroyar framá – ÍSF 75 ár. Um bókina vefrður sagt, millum annað at hon varpar ljós á framstig, hendingar og broytingar innan føroyska ítrótt seinnu árini. Ikki bara í kappingum stóðu føroyingar sera væl, tí meira enn so kom fyri, at áræðið vann á ivanum, tá neyðugar útbyggingar skuldu fremjast og altjóða limaskapir skuldu fáast til høldar.
Myndirnar hevur Dávur Winther tikið:




