Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bárður Jákupsson í Galerie Focus

John William Joensen

Fríggjadagin 11. apríl kl. 16 til 18 letur ein framsýning við verkum hjá Bárður Jákupsson upp í Galerie Focus í Lambagerði 1 í Havn.

Fríggjadagin 11. apríl kl. 16 til 18 letur ein framsýning við verkum hjáBárður Jákupssonupp í Galerie Focus í Lambagerði 1 í Havn.

Bárður Jákupsson var tann fyrsti sum sýndi fram í Galerie Focus, tað var í juli 2002 og er hetta hansara 5. framsýning í gallarínum.

Hóskandi er at markera 70 ára føðingardag hansara við nýggjastu myndum. Á framsýningini eru 16 málningar og 10 akvarellir í rammu. Myndevnið er føroyska náttúran, málað við breiðum panslastrokum og palettin er ljós og litsterk. Farast kann inn á heimasíðunawww.galeriefocus.com, og síggja myndirnar sum eru á framsýningini.

Framsýningin er opin til 24. apríl, týsdag til fríggjadag kl. 15 til 18 og leygardag kl. 16 til 18, eisini er opið eftir avtalu.