Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Chelsea á veg út úr CL

Danial Viðoy

Champions League: Chelsea tekur hvørja løtu ímóti Paris Saint-Germain, sum vann fyrru fjórðingsfinaluna 3-1. Viðmerkjarar hjá TV3+ vænta at Chelsea fellur í kvøld.

Champions League: Chelsea tekur hvørja løtu ímóti Paris Saint-Germain, sum vann fyrru fjórðingsfinaluna 3-1. Viðmerkjarar hjá TV3+ vænta at Chelsea fellur í kvøld.

Chelsea eru annars sera sterkir á heimavølli og tað eru sera fá lið, sum megna at sigra á Stamford Bridge.

Venjarin hjá PSG væntar heldur ikki at vinna ímóti Chelsea í kvøld, men hann væntar at PSG kemur víðari í semi-finaluna.

Stóra stjørnan hjá PSG, Zlatan Ibrahimovic, verður ikki við í kvøld vegna skaða. Samuel Eto’o, sum ikki var við Chelsea í París orsakað av skaða, byrjar inni í kvøld. Hann hevur verið frægasti áleyparin hjá Chelsea í ár, og hevur skorað øll síni 11 mál á Stamford Bridge.

Hvat viðmerkjarar vænta og hvussu uppstillingarnar eru undan einum týdningarmiklum Champions League dysti, kunnu gera tað sama, tí í CL kann alt henda.

Dysturin byrjar klokkan 19.45.