Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bjørt spyr Vestergaard um útlendingar í fiskivinnuni

Tíðindaskriv

Kl. 11 eru munnligir fyrispurningar á skrá í løgtinginum og tá fer Bjørt Samuelsen at spyrja um útlendingar skulu sleppa at keypa føroysku fiskivinnuna?

Kl. 11 eru munnligir fyrispurningar á skrá í løgtinginum og tá fer Bjørt Samuelsen at spyrja um útlendingar skulu sleppa at keypa føroysku fiskivinnuna?

Bjørt Samuelsen spyr:

Munnligur fyrispurningur til Jacob Vestergaard, landsstýrismann í fiskivinnumálum Viðvíkjandi hvørt útlendingar skulu kunna yvirtaka alla føroysku fiskivinnuna

Heldur landsstýrismaðurin at tað skal bera til hjá uppsjóvarfelag, sum hevur rættin at fiska stóran part av fiskiríkidøminum, at selja virksemi sítt til útlendingar?

Eru nakrar forðingar í lógini fyri, at hetta kann henda tann dag í morgin?

Ætlar landsstýrismaðurin á nakran hátt at forða fyri, at útlendingar kunnu fara avstað við enn størri parti av føroysku tilfeingisvinnuni?

Viðmerkingar
Í tíðindunum frættist, at stjórin fyri eina av heilt stóru uppsjóvarfyritøkunum hóttir við at selja virksemið til útlendingar, “meðan tíð er”. Felagið umboðar ein ovurstóran part av føroysku uppsjóvarvinnuni. Í eina tíð hevur ligið á ljóði, at útlendingar longu hava boðið upp á hetta felag – og vilja gjalda milliarda upphædd fyri tað. Frammanundan vita vit, at útlendskur eigaraskapur er í stórum parti av pelagisku vinnuni. Júst hvussu nógv útlendingar eiga – beinleiðis og umvegis sonevndar strámenn – ber ikki til at fáa greitt upplýst frá Fiskimálaráðnum. Landsstýrismaðurin hevur áður sagt seg vera fyri at seta bann fyri útlendskum ognarskapi í føroysku fiskivinnuni.

Á Løgtingi, 8. apríl 2014

Bjørt Samuelsen

Spurningar frá Bjørt:

Til Jacob Vestergaard, um útlendingar skulu sleppa at keypa føroysku fiskivinnuna?

Til Jørgen Niclasen, um einskiljing av BankNordik

Til Karsten Hansen um aldursmark fyri solarium, og um møguliga undirdiagnostisering av sjúkuni cøliaki í Føroyum.