Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Útróðrarbátur fekk 25 tons í nótina

Jógvan Hugo Gardar

Íslendski stálbáturin Hafrún fekk sjálvan fyrsta apríl eitt ordans hál, tá teir vóru farnir við nót stutt frá landi. Tað er heimasíðan aflafrettir.is, ið skrivat um risahálið hjá Hafrún, ið er ein 58 ára gamal stállínubátur. Teir fóru út 1. apríl, og fóru at royna stutt úr Skagastrond.

Fyrstu ferðina teir høvdu nótina úti vóru umleið trý tons av toski í. Síðani fluttu teir seg eitt sindur og í næstu ferðina vóru heili 25 tons av toski í nótini.

Hafrún er ein 50 tonsari og hevur ein 424 hestar Cummins motor.

Jóhann G. Sigurjónsson, ið er ein av eigarunum í Hafrún, sigur við aflafrettir.is at tað hóast alt gekk gott at fáa allan fiskin innum lúnningina.