Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tryggingarfelagið Føroyar høvuðsstuðul hjá Badmintonsambandi Føroya

tíðindaskriv

Badmintonsamband Føroya hevur gjørt sponsorsáttmála við Tryggingarfelagið Føroyar 2014-15.

Badmintonsamband Føroya hevur gjørt sponsorsáttmála við Tryggingarfelagið Føroyar 2014-15.

Badminton er í stórari menning í løtuni. Seinasta árið hevur serligur dentur verið lagdur á at menna landsliðsarbeiðið bæði hjá teimum yngru deildunum og hjá teimum vaksnu. Serliga verður dentur lagdur á arbeiðið við ungdómslandsliðinum, sum fer at kappast í Danish Junior Open í Farum í mei 2014 og mei 2015. Ætlanin er, at landsliðið hjá teimum vaksnu fer at kappast í EM í blandaðum tvímansleiki í november 2014 og til Reykjavík Championship í februar 2015 umframt á Oyggjaleikunum á Jersey í 2015.

rik Engelbrecht Thomsen, formaður fyri Badmintonsamband Føroya og Maria á Dul, deildarstjóri hjá Tryggingarfelagnum Føroyum undirskrivaðu sáttmálan.

Erik Engelbrecht Thomsen, formaður fyri Badmintonsamband Føroya sigur: “Vi er meget tilfredse med at have forlænget vores samarbejdsaftale med Tryggingarfelagið Føroyar i yderligere 2 år. Vi arbejder for at udvikle Færøsk badminton – både lokalt på Færøerne og gennem deltagelse ved internationale turneringer udenfor Færøerne – og samarbejdet med Tryggingarfelagið Føroyar er vigtig for at kunne gennemføre dette arbejde i praksis.

Maria á Dul, deildarstjóri í Tryggingarfelagnum Føroyum sigur, “Vit gleðast um, at vit kunnu halda fram við stuðlinum til Badmintonsamband Føroya tvey ár afturat. BSF fer komandi árini at arbeiða við ungu talentunum, sum m.a. fara at kappast uttanlanda. Eisini plagar okkara badminton leikarar at klára seg sera væl á Oyggjaleikum. Gott er eisini, at FM kappingarnar ferðast kring Føroyar og ikki bara eru í høvuðsstaðnum og Grand prix kappingarnar eru í Miðvági, Kambsdali, Klaksvík, Vestmanna og í Havn.

Tórshavn, 11. apríl 2014

Badmintonsamband Føroya og Tryggingarfelagið Føroyar

Nærri upplýsingar

Fáast við at venda tykkum til:

Mariu á Dul tel. 212592

Erik Engelbrecht Thomsen tel. 243603