Nú hava bartrog aftur framt herverk á standmynd í miðbýnum. Hesaferð er tað standmyndin uttan fyri Gamla Bókahandil, ið er skrødd upp. Og tað hevur ikki verið uttan mótstøðu, at herverk er gjørt á standmyndina, tí hon var boltað føst í beinkin.

Hendingin er farin fram í vikuskiftinum, tí í morgun kundu fólk boða frá, at standmyndin ikki sat á beinkinum, sum hon eigur.
Málið er meldað til løgregluna. Samstundis er standmyndin send á Brandstøðina, har tey kanna hana fyri skaða.
Borgarstjórin harmast um hendingina:
– Tað er ótrúligt, at standmyndirnar í býnum ikki kunnu fáa frið. Várið er í hondum, so hví ikki glaðast um tað, vit síggja í nærumhvørvinum heldur enn at loypa á?
Samstundis vónar Heðin Mortensen, at hetta ikki er nakað, sum fer at halda fram.
Tað er íslendska listakvinnan, Steinunn Tórarinsdóttir, sum hevur gjørt standmyndina.