KÍ leikari misti ”høvdið” eftir dystin móti EB/Streymi og fekk seinna gula kortið og harvið reytt kort.
Hóast Gunnar Christiansen ikki spældi inni, so fekk hann reytt kort eftir dystin.
Tað vóru neyvan mong sum fingu við, at KÍ bakkurin eftir dystin við Margáir fekk seinna gula kortið og harvið reyða kortið.
Gunnar bleiv skiftur út í 68. minutti. Hann fekk gult kort í 5. minutti. Men sum skrivað stendur á dómaraseðlanum, so fekk hann sítt seinna gula kort í 92. minutti og harvið reytt kort. Sum vit hava skilt frá fólki á staðnum, so fekk hann seinna gula kortið eftir dystin fyri at brúka munn.
Sostatt er KÍ uttan fasta høgra bakkin til dystin hósdagin móti AB.




