Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klaksvíkar Badmintonfelag takkar fyri í vetur

Ítróttur

Nú FM fyri bæði ung, børn og vaksin er av, vil KBF takka fyri í vetur, har tað hevur gingið sera væl hjá teimum. Seinasta vetur vóru umleið 55 børn, sum vandu 2-3 ferðir um vikuna, men í vetur er talið økt til umleið 80 børn. Limatalið, sum seinasta vetur var sløk 100, økist eisini, og er hendan veturin komið uppá 135 limir. Tað eru umleið 80 børn og eini 25 vaksin sum íðka, og hini eru foreldur, sum eru hvílandi limir.

Í KBF hava tey røsk foreldur, sum altíð eru klár at hjálpa til. Harumfamt hava tey sera dugnaligar venjarar, ið taka sær væl av børnunum, og tað sæst eisini aftur í úrslitunum, sum eisini eru betur.

Ja, enntá so góð, at Klaksvíkar Badmintonfelag í vetur gjørdist mest vinnandi felag hjá teimum ungu badmintonleikarunum í Føroyum.

Í KBF eru tey eisini røsk at skipa fyri badmintonkappingum av ymiskum slagi. Fyri kortum var KBF, saman við Badmintonsambandinum, vertur fyri FM-2014 í double og mix fyri ung. Tað, at ítróttarhallirnar nú eru samanbygdar, ger, at tey eru tað einasta felag í landinum, sum kann vera vertur fyri einari Grand Prix kapping á einum staði eitt vikuskifti.

At badmintonhøllin kundi verið í betur standi merkti KBF eisini. Í vetur máttu tey heilar 10 ferðir avlýsa venjingar orsakað av lekum, og tey vóna, at kommunan skjótt fer í holt við tetta lekarnar, nú vetrarítrótturin fer í summarfrí.

Sum nevnt omanfyri, so hevur tað ítróttarliga gingið sera væl, og staðfestast kann, nú hesin veturin er av, at KBF er mest vinnandi badmintonfelag fyri ungdóm frá U-17 og niðureftir í Føroyum. Tvs. tey vunnu flest heiðursmerkir.

Tað eru í dag 5 badmintonfeløg í Føroyum. Skipað verður fyri 5 Grand Prix kappingar um árið. Ein Prand Prix kapping er hjá hvørjum felag, so tá allar kappingarnar hava verið, eru tað 3 tey bestu í hvørjum aldri hjá gentum og dreingjum, sum kunnu kallast Grand Prix vinnarar nummar 1. 2. og 3. Har vann KBF 7 heiðursmerki av 24 møguligum. Veturin 2012/2013 vann KBF 6 heiðursmerki.

Tær ymisku Grand Prix kappingarnar eru eisini deildar uppí bólkar: A,B,C og D. Hetta fyri at teir sterkastu leikararnir eru fyri seg sjálvar í A og B bólkinum. Teir nýggju og óvandu byrja so í D bólkinum, og hava við hesum eisini møguleikar til heiðursmerki í teimum bólkunum. So vinnur leikarin sær stig, og flytir so í ein sterkari bólk. Tað vóru fleiri leikarar, sum fingu heiðursmerki til tær ymisku Grand Prix kappingarnar, hóast tað var fyrsta árið tey spældu.

Eisini er ein lið-kapping fyri børn og ung. Henda kapping er deild uppí 3 bólkar. U15-17 er tann eldri bólkurin, og so eru tey yngri, U11-13, deild í bólk 1 og bólk 2. Í liðkappingini vann KBF 3 av 9 møguligum heiðursmerkjum, veturin 2012/2013 vunnu tey í KBF 1 heiðursmerki.

Tað er eisini FM-2014 í einmansleiki fyri ung, sum í vár varð hildin á Giljanesi og í Sørvági. Har vunnu ungu leikararnir úr KBF 11 heiðursmerki av 30 møguligum. Har var framgongdin eisini stór, tí veturin 2012/2013 vunnu tey 8 heiðursmerki.

Til FM-2014 í double og mix, sum var hildin í Klaksvík 22.mars, høvdu KBF leikararnir eisini ein góðan dag, vunnu heili 24 heiðursmerki av 66 møguligum. Her er eisini talan um eina framgongd, tí veturin 2012/2013 vunnu tey 21 heiðursmerki.

Sostatt vann Klaksvíkar Badmintonfelag 45 heiðursmerki í vetur, í mun til seinasta vetur tá tey vunnu 36 heiðursmerkir. Talan er um stóra framgongd, sum venjarar, børn, foreldur og hjálparfólk øll eiga sín lut í, og tað skulu tey øll vera errin av.

Klaksvíkar Badmintonfelag vil við hesum takka øllum fyri veturin og takka fyri tað ómetaliga stóra arbeiði, sum øll gera fyri felagið. Tey vilja eisini senda eina tøkk til allar stuðlar, tí uttan teir hevði tað heldur ikki kunnað latið seg gjørt, tí útreiðslurnar eru nógvar. 

Tey fara nú í summarfrí, men byrja longu venjingarnar aftur í august.

Harleywoodpaint