Vit hava hugt eftir, hvussu stórur partur av málunum í Effodeildini fyrstu 4 umførini í 2014 eru komin uppá deyðbóltsstøður.
Vit hava hugt eftir, hvussu stórur partur av málunum í Effodeildini fyrstu 4 umførini í 2014 eru komin uppá deyðbóltsstøður.
Hesi liðini skora flest uppá deyðbóltsstøður:
5: EB/Streymur
3: B36, AB, ÍF
2: Víkingur, HB
1: B68, Skála, NSÍ, KÍ
0:
Hesi liðini hava fingið flest mál ímóti sær í deyðbóltsstøðum:
5: KÍ
4: Víkingur
3: Skála
2: B68, B36, ÍF, HB
1: NSÍ, EB/Streymur
0: AB
Í Effodeildini í ár eru tilsamans skorað 54 mál. Tilsamans eru 22 av 54 málum skoraði uppá deyðbóltsstøður. Tað gevur 40,7 %. Deyðbóltsstøður eru brotssparksstøður, frísparksstøður, hornasparksstøður og innkaststøður. Um vit ikki telja brotsspørk uppí, so fara 5 av, so at talið blívur 17 ella 31,5 %.
Seinni hava vit nærri útgreining av, uppá hvørjar deyðbóltsstøður (brotssparksstøður, frísparksstøður, hornasparksstøður og innkast støður) tey flestu málini vera skoraði uppá. Norðlýsið fylgir upp uppá hagtølini alt kappingarárið eins og vit gera við ”assist” listanum, sum er kendur frá teimum báðum undanfarnu árunum. Fyrsta yvirlitið yvir ”assist” listan kemur eftir dystirnar á páskum.




