Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Rættleiðing og viðmerking

Jógvan Arge

Norðlýsið skrivar í kvøld, at eg eri høvundur av einum brævi, sum Musikkskúlanevndin hjá Tórshavnar kommunu hevur sent fjølmiðlunum um sína misnøgd við gongdina í musikkskúlamálinum.

Norðlýsið skrivar í kvøld, at eg eri høvundur av einum brævi, sum Musikkskúlanevndin hjá Tórshavnar kommunu hevur sent fjølmiðlunum um sína misnøgd við gongdina í musikkskúlamálinum.

Eg skal við hesum avsanna, at eg havi skrivað brævið.

Men eg havi nú ein dagin eftir áheitan rættlisið tekstin, sum nevndin ætlaði at almannakunngera.

Tessvegna er mítt navn á dokumentinum.

Tjóðveldi eigur sín stóra lut í, at býráðið fleiri ferðir einmælt hevur samtykt at byggja Musikkskúlan í Sortudíki. Øll, sum virka fyri at fáa málið framt, ótolnast eftir at farið verður undir at byggja, so skúlin fær góðar og tíðarhóskandi umstøður.

Hetta er ivaleyst orsøkin til, at musikkskúlanevndin hevur vent sær til mín, áðrenn brævið fór út.

Skúlin í Sortudíki er ein avgjørd fortreyt fyri, at havnarungdómur saman við tí fjølbroytta og hugaða lærarahópinum kann halda fram ta tónleikamenning, sum hevur verið okkum øllum til so mikla gleði seinastu mongu árini.

Arkitektavirkið Kontrast hevur í tøttum samstarvi við musikkskúlafólk teknað nýggja musikkskúlan av einslistum til framkomna tónleikalæru og til at klæða mentanarumhvørvinum í Sortudíki.

Vit taka enn sum áður fult og heilt undir við, at Tórshavnar Musikkskúli verður bygdur millum Sundsvegin og Norðurlandahúsið ongantíð ov skjótt.

Jógvan Arge, varaborgarstjóri og býráðslimur fyri Tjóðveldi.

Harleywoodpaint