Á Páskum er fastur táttur at Fuglafjørður hevur vitjan av kamparum og samstundis er fastur táttur, at Mentanarhúsið hevur stóra brunsj buffét, har øll kunnu koma at fáa sær ein góðan bita, ein kaffimunn og eitt hugnaligt prát.

Í ár er einki undantak og hesaferð eru ikki minni enn 50 vognar komnir at standa kring Mentanahúsið, so sigast má, at nógv lív er í býnum hesar dagarnar. Enn er pláss fyri nøkrum vognum afturat, um tú hevur hug til at kampa í Fuglafirði um páskini.
Soleiðis eru upp- & afturlatingar tíðirnar til brunsj í Mentanarhúsinum:
Skíris hósdag 17. apríl kl. 9.00 – 11.30
Langa fríggjadag 18. apríl kl. 9.00 – 11.30
Leygardagin 19. apríl kl. 9.00 – 11.30
Sunnudagin (1. Páskadag) Stongt
Mánadagin (2. Páskadag) 21. apríl kl. 9.00 – 11.30
Et so nógv tú orkar fyri einans 100 kr. Børn undir 13 ár gjalda 50 kr. og 0-2 ár gjalda einki.
Møguleiki er fyri at keypa sær heitar morgunbollar út við fyri 5,-
Les nærri HER
Mentanarhúsið, Camping.fo og Fuglafjarðar Kommuna