Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hjalgrím var dagsins leikari

Jákup Ósá

KÍ liðskiparin var eftir AB dystinvaldur til dagsins leikara.

Bláa Bylgjan velur eftir hvønn KÍdyst dagsins leikara. Eftir AB dystin fall valið á HjalgrímElttør, sum fekk flestar atkvøður millum limirnar. Næstur honumkom Ndende Adama Guéye og høgri bakkurin Jóhan Jacobsen kom á 3.pláss. Hjalgrím skoraði eitt mál og skeyt hornasparkið, sum KÍskoraði uppá í fyrra hálvleiki umframt at hann var við ínógvum av KÍ álopunum. Hjalgrím spældi á vinstra vongi, men bleiv fluttur íálopið, tá KÍ álopsleikararnir Páll A. Klettskarð og RodrigoSilva blivu útskiftir.