Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Landsfundur hjá Føroya Ungdómsráð

Tíðindaskriv

Á Landsfundi hjá Føroya Ungdómsráð 2014 varð m.a. formannsfrágreiðing frá farna ári løgd fram og uppskot til viðtøkubroytingar í samband við útlutan av stuðli.

Á Landsfundi hjá Føroya Ungdómsráð 2014 varð m.a. formannsfrágreiðing frá farna ári løgd fram og uppskot til viðtøkubroytingar í samband við útlutan av stuðli.

Føroya Ungdómsráð er ein samstarvsfelagsskapur fyri teir sjálvbodnu og landsumfatandi barna- og ungdómsfelagsskapirnar í Føroyum, og umboðar Føroya Ungdómsráð 4920 børn og ung í Føroyum.

Formaðurin greiddi m.a. frá, at Føroya Ungdómsráð stendur fyri at fyriskipa einum Leiðaraskúla fyri barna- og ungdómsleiðarum í Føroyum og Norðanlondum, sum verður 4-10. august í ár. Føroya Ungdómsráð hevur givið út bókina Les & Lær í Føroyum, og arbeiði við hesum heldur áfram í 2014. Nýggj útgáva av bókina verður gjørd, og heimasíðurnarwww.les.fo og www.studyinfaroeislands.fo verða tiknar í nýtsluum árskiftið 2014/15. Á hendan hátt verður eitt stað hjá ungum at leita sær upplýsingar um útbúgvingarmøguleikar í Føroyum, og útlendsk lesandi fara somuleiðis, at hava munandi lættari við at finna sær kunning um lestrarmøguleikar, og um onnur viðurskifti í samband við lesnað í Føroyum.

FUR hevur lutað út árligan stuðul til limafelagsskapir og lokalfeløg, sum íalt telja 21 limafelagsskapir og 31 lokalfeløg. Stuðulsgrunnur FUR’s móttók 24 stuðulsumsóknir og harav fingu 21 felagsskapir játtað stuðul verkætlanir børnum og ungum at gagni, og til samfelagsgagnligar verkætlanir, har børn og ung eru virkin. Føroya Ungdómsráð lutaði út íalt 1,7 mió kr. í 2013 til barna- og ungdómsarbeiði í Føroyum.

Starvstjórnin heldur áfram nærum óbroytt, undantikið er nýggi stjórnarlimurin Ebba Malena Debess Thomsen, sum umboðar Dramaverkstaðið.

Formaðurin Rói B. Poulsen varð afturvaldur, umframt Erhard Petersen umboðandi SU, Olga Arnfinnsdóttir, umboðandi KFUM-skótarnar í Føroyum, og Jóhan Húsgarð umboðandi HUXA. Eykalimir eru Ragna Maja Kruse, umboðandi Dramaverkstaðið ogElisa Abrahamsen, umboðandi KFUM skótarnar í Føroyum.