Í allan dag hevur bíðirøð verið á Borðoyavík fyri at leypa á sjógv.
Orsøkin er, at eitt vælumtókt spæl koyrir á facebook, har fólk leggja video út av sær sjálvum, meðan tey leypa á sjógv. Síðani senda tey tað víðari til 2-3 fólk, sum skulu gera tað sama. Um ikki, so skylda tey viðkomandi eitt atgongumerkið í biograf.
Í Klaksvík er best umtókta staðið á Borðoyavík, har nógv fólk hava lopið út av bryggjuni. Og mesta av degnum hevur verið bíðirøð. Men vit vit eisini um onkrar mans, sum hava verið norðuri á Norðhavnini og lopið út av ”reyvuni” á Slættaberg. Har er ikki so long bíðirøð skal sigast. Mánadagin verður gott veður, so ikki er óhugsandi, at hesin ”feburin” við hesum facebook spælinum fer at halda fram minst eitt døgn afturat.
Mynd: Savnsmynd




