Fiskaklettur kom á Klaksvík í nátt við fullari last av góðum toski og skiparin, Jógvan Petersen, sigur at nú er broyting komin í tí hetta er triði túrurin á rað at teir hava fult skip.
Fiskaklettur kom á Klaksvík í nátt við fullari last av góðum toski og skiparin, Jógvan Petersen, sigur at nú er broyting komin í tí hetta er triði túrurin á rað at teir hava fult skip.
– Trolararnir sum eg havi tosað við siga allir frá nógvum toski og hetta roki hava vit ikki uppliva síðan 2003. Ein kassi norðan úr Viðoynni sum var góð várleið er nú aftur opin fyri fiskiskapi og har er næstan bara toskur. Hann hevur óiva verið har alla tíðina.
– Men eingin nebbasild er at síggja og tað boðar ikki frá góðum fyri svartfuglin. Vit síggja næstan bara hvítingsbróður, men vónandi fara vit at fáa nebbasildina aftur – í øllum føri síggja vit at tað skrivar nógv og kunnu tí staðfesta at broyting nú er íkomin í mun til undanfarin ár, sigur skiparin sum hevur fult skip eftir fimm fiskidagar – umleið 26 tons.




