Nýliga hava tíðindi borist um, at danska fíggjareftirlitið ikki hevur góðkent nakran føroyskan grannskoðara at grannskoða ársroknskapirnar hjá ávikavist peningastovnum og tryggingarfeløgum.
Nýliga hava tíðindi borist um, at danska fíggjareftirlitið ikki hevur góðkent nakran føroyskan grannskoðara at grannskoða ársroknskapirnar hjá ávikavist peningastovnum og tryggingarfeløgum.
Tað er fyri so vítt rætt, at ongin føroyskur grannskoðari er góðkendur av danska fíggjareftirlitinum at grannskoða ársroknskapirnar hjá føroysku peningastovnum, men kemst hetta av, at tað í løtuni ikki er eitt krav við serligari góðkenning, tí at kunngerðin um “Certifisering af statsautoriserede revisorer” enn ikki er sett í gildi í Føroyum.
Tað skal viðmerkjast, at arbeitt verður við at seta eina kunngerð í verk í Føroyum um treytir fyri góðkenning av grannskoðarum, sum grannskoða føroyskar peningastovnar. Fíggjarmálaráðið hevur í hesum sambandi samskiftið við danska fíggjareftirlitið um, hvørjar treytir skulu setast føroyskum grannskoðarum, sum søkja um slíka góðkenning.




