Løgreglan hevur í kvøld framstillað 3 mans í grundlógarforhoyr. Aftaná frágreiðingarnar í rættinum valdi ákærin bert at biða um, at ein av monnunum bleiv varðhaldsfongslaður, og blivu so statt hinir báðir leyslatnir.
Løgreglan hevur í kvøld framstillað 3 mans í grundlógarforhoyr.
Aftaná frágreiðingarnar í rættinum valdi ákærin bert at biða um, at ein av monnunum bleiv varðhaldsfongslaður, og blivu so statt hinir báðir leyslatnir.
Varðsfongslingin gongur út tann 20. mai 2014.
Seint í kvøld bleiv ein ungur maður afturat handtikin, og verður hann væntandi framstillaður í Føroya Rætti í morgin mikudagin 23. apríl 2014.
Kanningararbeiðið heldur áfram, og vit senda tíðindaskriv, um okkurt nýtt er at frætta í málinum.




