Hann er ákærdur fyri at vera ein sjórænari og ein brottsmaður, men sjálvur kallar hann seg ein orðblindan og ólærdan fiskimann sum er stoltur av sínum uppruna. Kjell Inge Røkke trýr framvegis uppá fiskivinnuna.
Hann er ákærdur fyri at vera ein sjórænari og ein brottsmaður, men sjálvur kallar hann seg ein orðblindan og ólærdan fiskimann sum er stoltur av sínum uppruna. Kjell Inge Røkke trýr framvegis uppá fiskivinnuna.
Skuldsetingarnar eru óteljandi, og dømir eru um drápshóttanir. Men tað krevur sítt at standa á odda fyri eini risafyritøku sum norsku Aker, ið bæði ger íløgur í olju, fiskivinnu, tøkni og nógv annað sum hevur við vinnu á havinum at gera.
Hann hevur roynt seg á øllum heimshøvunum. Í dag hevur Kjell Inge Røkke serliga fiskivinnuvirksemi í Noregi og í Suðuríshavinum. Fyri fáum árum síðani var hann eisini virkin í Føroyum, í sokallaðu Næraberg/Atlantic Navigator-royndunum við svartkjafti og surimi.
Tann ætlanin datt niðurfyri. Orsøkirnar vóru fleiri, men talan var helst bæði um politisku karmarnar í Føroyum, og útlitini til svartkjaftastovnin vóru heldur vánalig. Fleiri av teimum sum luttóku í ætlanini, frá norskari síðu, siga í dag at tað manglaði sera lítið í, til at ætlanin eydnaðist, og fleiri halda framvegis at tað var keðiligt at tað steðgaði so knappliga.
Úttalar seg sjáldan
Men Kjell Inge Røkke steðgar ikki á. Hann gav føroysku ætlanini meir rásarrúm enn flest aðrir vildu gjørt. Hann hevur sín egna máta at hava eitt serligt álit á tí sum hevur við fiskivinnu at gera.
Og at vera sín egin er ikki nakað sum liggur til tað norurlendska lyndi. Í einum persónligum brævi til partabrævaeigararnar í Aker, í ársfráðgreiðingini sum kom í farnu viku, roynir Kjell Inge Røkke at greiða frá hvussu hann hugsar, og hvørji mál hann hevur.
Kjell Inge Røkke og konan, Anne Grete Eidsvig, eiga í dag góð 67 prosent av partabrøvunum í Aker-fyritøkuni.
Í dag úttalar Kjell Inge Røkke seg næstan ikki alment. Hann letur stjórar og nevndarformenn í fyritøkuni, saman við kunningarfólkunum, taka sær av øllum samskifti við umheimin. Tí er hetta brævið eisini serligt.
Í bævinum sigur hann at hann í 2013 bara einaferð kom við einum úttalilsi í miðlunum, men hann verður nevndur hvønn einasta dag í miðlunum.
Stoltur av fiskivinnuni
Í dag er Aker-fyritøkan virkin á fleiri økjum, og fiskivinnuparturin er skipaður í Havfisk, Norway Seafoods og Aker Biomarine. Føroyska surimiætlanin var í tí partinum sum í dag kallast Aker Biomarine. Havfisk er fyritøkan sum tekur sær av fiskiloyvunum og trolaraflotanum sum Aker og Kjell Inge Røkke eiga í Noregi, serliga í Norðurnoregi. Flakavirkini liggja í Norway Seafoods, og hetta er ein fyritøka sum í løtuni hevur eitt risaarbeiði í at fáa inntøkurnar at vera líka stórar ella helst størri sum útreiðslurnar.
Havfisk er trolaravirksemi hjá Røkke í Noregi, og hon stendur í dag fyri 10-11 prosent av norsku toskakvotuni. Í Aker stendur Havfisk fyri tveimum prosentum av virðunum.
Aker Biomarine er ein fyritøka í vøkstri. Fyritøkan stendur aftanfyri omega-3-lýsið sum verður framleitt úr krill úr Suðuríshavinum. Teir franmleiða millum annað Superba Krill Oil, ið næstan fimm milliónir fólk eta hvønn einasta dag fyri at tryggja sær eina góða heilsu. Aker eigur Aker Biomarine 100 prosent.
Hóast fiskivinnan ikki er nakar berandi bjálki í Aker, so er hetta tann parturin sum liggur hjartanum hjá Kjell Inge Røkke nærmast. Og hann viðgongur at tað er hann sum er orsøk til at fyritøkan yvirhøvur ger íløgur í fiskivinnuna.
– Uttan meg sum størsta eigara í Aker, so vildi fyritøkan ikki gjørt íløgur í fiskivinnuna, so bersøgin er hann í brævinum. Hann sigur at tey í 18 ár hava roynt at fáa øll liðini, frá fiskurin verður fiskður til hann verður seldur, til at geva yvirskot.
– Hvørja einastu ferð vit royna at gera tillagingar sum skulu gera at fyritøkan ber seg fíggjarliga, so er ein øgilig øsing og nógvar skuldsetingar, sigur Røkke.
Hann sigur at hann er ákærdur fyri at vera ein sjórænari, brotsmaður og stuttskygdur egoistur. Og viðgongur at einfaldast kanska hevði verið at selt alt av fiskivinnu úr Aker-fyritøkuni. Men so einfalt er tað ikki hjá honum.
– Eg havi nógv uppá hjarta tá talan er um fisk. Sum fiskari eri eg stoltur av tí vit hava gjørt í Aker Biomarine, sigur hann og vísur á at krillfiskiskapurin hevur fingið nógvar ákoyringar, men í dag er hetta virksemi hjá Røkke góðkent av bæði umhvørvisfelagsskapinum WWF og MSC-góðskumerkinum.
Stoltur av soninum
Kjell Inge Røkke er søgan um ein buldrasligan ungdóm, sum ikki dugdi at lesa og skriva, men sum við treiskni kláraði at koma upp á ovastu rók. Hetta hevur kostað, og hann hevur havt ivaleyst av fíggindum á vegnum, bæði frá vanligum borgarum, men kanska ikki minst frá teimum stóru vinnulívsmonnunum sum ikki dáma at nýggj fólk koma inn á teirra bonaðu gólv.
Í brævinum til partabrævaeigararnar skrivar Kjell Inge Røkke, at hann er serliga stoltur av soninum Kristian Røkke, ið hevur verið stjóri á skipasmiðjuni Aker Philadelphia Shipyard í USA. Ein skipamsiðja sum ongin annar hevur trúð uppá, men sum Røkke setti pengar í, og sum hann hevur latið tann unga sonin stjórna.
– Kristian hevur staðið sveinaroyndina, skrivar Røkke, og vísir til arbeiði sum sonurin hevur gjørt á skipasmiðjuni, og ikki minst nú hann eisini fær prógv frá The Wharton School.
– Tað ger ein orðblindan og ólærdan skúlatapara og fiskara, sum flutti til USA í 1980, stoltan, skrivar Kjell Inge Røkke.
Kristian Røkke er tann fyrsti í familjuni hjá Molde-manninum, sum fær eina útbúgving á so høgum støði.
Jógvan Hugo Gardar




