Tað helt Eivind Niclasen, ið er 96 ára gamalur, og sum flutti inn í Røktarheimið við Vágna, saman við konu síni Elly fyri mánaðum síðani.
Eg hitti hann uttanfyri Røktarheimið, har hann var ein gongutúr kring húsið við Vágna. Her ber so ótrúliga væl til hjá mær at ganga mær ein túr. Gøtan kring heimið her liggur serliga væl og eg gangi fast tríggjar túrar um dagin.
Eg skal siga tær, at eg eri ónatúrliga væl nøgdur við umstøðurnar her. Gongutúrarnir runt húsið geva mær styrki í beinini, fríska luft og nógv fyri eygað og ikki at gloyma umstøðurnar inni, jú, vit bæði gomlu hava tað sera gott her, segði ein vælnøgdur Eivind Niclasen á einum av morguntúrum sínum.




