Ein greiður meiriluti í Klaksvíkar Býráð samtykti á býráðsfundi í kvøld, at nú skal tað vera ein skúli í Klaksvík við einari leiðslu, har ein skúlastjóri verður og fýra varaskúlastjórar.
Sum skilst verður hetta skipað sum grunddeild, miðdeild, framhaldsdeild og tíggjundafloksdeild.
Tað vóru 8 sum atkvøddu fyri – samgongan, Herfrí Sørensen og Eyðstein Poulsen – meðan Gunvá við keldu, Elsebeth M. Gunnleygsdóttur og Atli S. Justinussen atkvøddu ímóti.
Býráðsfundurin kundi stroymast beinleiðis á klaksvik.fo og nordlysid.fo fyri fyrstu ferð og eydnaðist hendan royndin sera væl.




