Sunnukvøldið tann 27. apríl kl. 19.30 verður stórsligin konsert í Mentanarhúsinum, tí tá verður møguleiki fyri at síggja og hoyra Skansabigbandið við fullari manning.
Sunnukvøldið tann 27. apríl kl. 19.30 verður stórsligin konsert í Mentanarhúsinum, tí tá verður møguleiki fyri at síggja og hoyra Skansabigbandið við fullari manning.
Skansabigbandið er stórband Tórshavnar Musikkskúlans. Ein blásibólkur við rútmugruppu mannaður av 22 ungum dugnaligum spælarum og sangarum millum 15 og23 ár. Skansabigbandið spælir einans føroyskt, og skráin er samansett av instrumentalum -og sangløgum, frá gomlum kingo til nýggjari slagarar, ið eru arrangeraðir til stórband, og sang. Eisini eru nýggj spennandi instrumental verk partur av skránni. Ein fjølbroytt framførsla, har nógvir tónleikastílir verða presenteraðir. Frá jazzbaladu til upp tempu jazz, inn í latínamerikanskar rútmur og yvir í funk.
Rútmubólkur
Bass, trummur, slagverk, gittar og klaver.
Blásibólkur
5 saksofonir, 4 trombonir og 5 trompetir.
Skansabigbandið var á einum sera spennandi og gevandi túri í norðurjútlandi í oktobur í 2013, har spælt varð á konserthúsum og mentanarhúsum. Ein minnuríkur og væleydnaður túrur, har Skansabigbandið bert framførdi føroyskt tilfar.
Leiðarar eru:
Herluf Lútzen, Heðin Ziska Davidsen og Rógvi á Rógvu.
Spælt verða verk skrivaði og/ella arrangeraði eftir: Magnus Johannesen, Herluf Lútzen, Kim Kristensen, Heðin Z. Davidsen og Rógva á Rógvu.
Agongumerki kunnu keypast við dyrnar, á netinum ella bíleggjast á tel. 238070 / t-posti: olavurl@fuglafjordur.fo
Kostnaður 100,- vaksin / 50,- fyri lesandi. Atgongumerki kunnu keypast á netinum við at trýsta HER
Les meir um Skansabigbandið HER
Mentanarhúsið – www.mh.fo




