icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Huxar tú um politikk?

HUXA

So er politiski kvøldskúlin hjá HUXA júst fyri teg. Hvørt mikukvøld næstu 8 vikurnar verða hópin av spennandi og upplýsandi fyrilestrum við vitjanum á skránni.

So er politiski kvøldskúlin hjá HUXA júst fyri teg. Hvørt mikukvøld næstu 8 vikurnar verða hópin av spennandi og upplýsandi fyrilestrum við vitjanum á skránni.

Demokratisku súlurnar

Skjøtul verður settur á kvøldskúlan mikukvøldið 30. apríl kl. 19.30, tá fyrilestrar vera um grundvirðini, ið politiska skipanin og samfelagið byggja á. Janus Rein, tinglimur Fólkafloksins, greiðir frá trýbýtinum av valdinum. Christian Andreasen, sakførarari, greiðir frá rættartrygd og tí dømandi valdinum. Eftir framløgurnar verður møguleiki at seta spurningar og kjakast um evnini.

Við lóg skal land byggjast

Mikukvøldið 7. mai kl. 19.30, er vitjan í Løgtinginum á skránni. Hetta kvøldið koma tingfólk at greiða frá arbeiðinum at vera politikari og hvønn prís, tað hevur at vera politikari. Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, greiður frá mannagongdum í Løgtinginum. Løgtingsfólk greiða frá ymsku tingnevndunum og tí, sumt arbeitt verður við í løtuni. Eftir hetta verður rundvísing í Løgtinginum og greitt verður frá søguni hjá Føroya Løgtingi.

Føroyar á altjóða palli

Mikukvøldið 14. mai kl. 19.30 er vitjan í Tinganesi á skránni. Løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen, kemur at greiða frá sínum arbeiði sum samgonguleiðara og arbeiði sum føroyskt umboð í altjóða høpi. Umboð frá uttanríkistænastuni kemur at greiða frá arbeiðinum við uttanríkismálum. Eftir hetta verður høvi at seta spurningar.

Fíggjarlógarsmíð og búskapur

Mikukvøldið 21. mai kl. 19.30 er vitjan í Fíggjarmálaráðnum á skránni. Fíggjarmálaráðharrin, Jørgen Niclasen, greiðir frá fíggjarlógarsmíði, og hvussu ein fíggjarlóg sær út. Eisini greiðir Fíggjarmálaráðharrin frá tí politiska stevnumiðinum at fáa avlop í 2016. Búskaparfrøðingur úr fíggjarmálaráðnum leggur fram búskaparfrágreiðingina “Á rættari kós”.

Fiskivinnan og fiskivinnunýskipan

Mikukvøldið 28. mai kl. 19.30 er vitjan í Fiskimálaráðnum á skránni. Fiskimálaráðharrin, Jacob Vestergaard, greiðir frá føroysku fiskivinnuni og makreltrætuni. Eisini hugleiðir Fiskimálaráðharrin um, hvussu ein fiskivinnunýskipan eftir hansara tykki skal síggja út. Eisini lýsir hann avbjóðingarnar og týdningin av at fáa eina fiskivinnunýskipan.

Politisku avbjóðingarnar á vælferðarøkinum

Mikukvøldið 4. juni er vitjan í Almannaráðnum á skránni. Landsstýriskvinnan í Almannamálum, Annika Olsen, greiðir frá málsøkinum. Tað gerast fleiri eldri og færri í vinnu á arbeiðsmarknaðinum. Hetta leggur stórt trýst á vælferðartænastur og gevur tí nakrar politiskar avbjóðingar. Landsstýriskvinnan greiðir frá, hvussu arbeitt hevur verið við avbjóðingunum higartil og hugleiðir um, hvat eigur at gerast.

Kommunalpolitikkur og ungdómsumboðan

Mikukvøldið 11. juni er vitjan í býráðshúsinum í Tórshavn á skránni. Heðin Mortensen greiður frá arbeiðinum, sum borgarstjóri og samstarvinum í býráðnum. Býráðslimirnir Bogi Andreasen og Sjúrður Olsen greiða frá, hvussu kommunalpolitikkur er skipaður og um gerandisdagin hjá einum kommunalpolitikkara. Forkvinnan í Tórshavnar Ungdómsráð, Gunnhild Hansen, kemur at greiða frá leiklutinum hjá ungdómsráðnum í politiskum avgerðum, sum verða tiknar í Tórshavnar Kommunu.

Hvussu beri eg míni argument fram?

“Tað snýr seg ikki um hvat tú sigur, men hvussu tú sigur tað.” Soleiðis verður ofta tikið til um tann týdning, tað hevur at hava tak á talukynstri. Mikukvøldið 18. juni kl. 19.30, kemur Eydna Skaale, kandidatur í retorikki, at undirvísa í kjakretorikki, og hvussu ein skrivar lesarabrøv.

Nærri kunning kemur leypandi áwww.facebook.com/HUXAFolkafloksungdomur

Til ber at boða frá luttøku á kvøldskúlanum her:

Kvøldskúlin kostar 100 kr. fyri tilmelding. Kvøldskúlin er tó ókeypis fyri allar limir í HUXA.

Eftir at hava luttikið á kvøldskúlanum, fær hvør luttakari prógv fyri at hava fingið frálæru á politiska kvøldskúlanum.

Øll eru vælkomin

HUXA – Fólkafloksungdómur