Sjúkrabilar, løgreglubilar og bjargingarfólk hava í morgun verið partur av stórari venjing í Klaksvík.
Klaksvíkingar hava fyrrapartin hoyrt nógv ljóð frá m.a. løgreglu og sjúkrabili. Løgregla, bjargingarlið o fleiri bátar hava verið við í venjingini. Hendingin er farin fram norðanfyri, men ”tíbetur” er talan bara um venjing.




