Í dag – leygardagin 26. apríl – fyllir Martin Eliassen, Martin hjá Gittu, sjeyti ár. Nú, hann fer um hetta hornið, heldur hann til við Víkavegin í Klaksvík. Martin er føddur í Fuglafirði 26. apríl 1944, men flutti til Klaksvíkar longu í 1953.
Í 1958 tók Martin millumskúlaprógv í Klaksvík, og summarið eftir, í 1959, fór hann við Ørvi tiltikna túrin til Eysturgrønlands við konvoyini hjá Kjølbro. Í 1960 fór hann at sigla við 80-tonsaranum Polli, sum tá kom til Klaksvíkar nýumbygdur.
Árini 1961-64 gekk Martin á studentaskúla í Havn. So fór hann til Keypmannahavnar at læra til tannlækna. Men við hesum lá ikki so væl fyri. Nakað inn í lesturin fekk Martin eitrandi løg (tetraklorkolstof (CCl-4)) í seg og var um at sigla av. Hann lá í óviti á sjúkrahúsi í tríggjar vikur, men visti so til sín og hóraði undan.
Avleiðingin av hesum dygga smeiti var, at Martin mátti gevast at læra og kom heim aftur til Føroya. Nú er tað, at vegir okkara møtast umborð í fiskifarinum Hvíthamri úr Klaksvík. Vit róðu út undir Føroyum um veturin, og fiskaðu upsa undir Íslandi um summarið.
Hetta var góð tíð. Martin og eg vóru yngstir umborð, allir hinir tilkomnir menn. Poul Jakku Olsen var skipari, tá ið hann ikki var í tinginum. Vit gjørdust góðir vinmenn, Martin og eg. Stórur og prúður og bar seg óføra væl. Minnist einaferð, at ein kona úr Fuglafirði segði mær, at hon sum ung mintist Martin á varmakeldu við damu. Bæði vóru í føroyskum búna, og at tað var vakrasta par, hon hevði sæð.
Heima millum túrar funnu vit upp á ymist. Súkklaðu millum bygdir, og so vóru vit onkuntíð í býnum. Einaferð vóru vit tríggir savnaðir inni hjá Martini. Haldi, tað var annað páskakvøld. Sum komið var út á kvøldið, og lagið var í hæddini, gjørdu vit av at fara í dans. Men so bjóðaði Martin okkum inn í hjallin. Og har var alt avtaklað við grindalykkjum, og á gólvinum lá turrsaltað spik í stórum kassum. Grind hevði lagt beinini, og Martin hevði einsamallur keypt ein áttaskinsfisk.
Undir Íslandi stóðu vit við snelluna dagin langan. Martin hevði nógva turra grind við sær, og so plagdi hann at biðja meg koma niðurundir at fáa mær tvøst og spik. Hetta var góð føði, lá leingi á. Slíkar løtur visti hann altíð okkurt at siga frá, sum ta ferðina, hann hitti Fidel Castro á Cuba, ella tá ið hann sum froskmaður var um at koma í óføri í undirsjóvarholu. Og so lærdi hann teg eisini at busta tenn.
Í 1969 fór Martin hjá Gittu aftur til Keypmannahavnar – nú at læra til fysioterapeut. Í 1972 stóð hann prógv, kom heimaftur og tók við starvi á Landssjúkrahúsinum. Seinni flutti hann til Klaksvíkar sjúkrahús at arbeiða. Nærlagdur og dugnaligur søgdu tey um hann. Uppaftur seinni fekk hann sær viðgerðarhøli í Bøgøtu í Klaksvík.
Men, men, men. Ikki er yvir at dylja, at Martin ansaði ikki nóg væl eftir sær. Góður var hann mótvegis øðrum, men ringur imóti sær sjálvum.
Seinastu árini hevur Martin sitið í rullustóli úti á Norðoya Røktarheimi. At hann situr í rullustóli, segði hann, var tí at hann var yvirkoyrdur av lastbili í 2005.
Góði Martin, við hesum fari eg at ynskja tær hjartaliga til lukku á sjeyti ára degnum. Takk fyri nógvar góðar løtur.
Óli Olsen




