Í allan dag hava lærarar og næmingar rokast fyri at gera klárt til framsýningina, sum er í Ósáskúlanum í morgin kl. 15:00
Tað er ikki hissini, sum næmingar fáa avrikað ígjøgnum ein vetur í Kvøldskúlanum og handarbeiðsskúlanum. Ein partur av tí verður sýndur fram í framsýningini í morgin, sunnudagin frá kl. 15:00 til 20:00.
Tað er annars nógv á skránni í morgin, tí mong skulu bæði í konfirmatión og til steypadyst ímillum Víking og KÍ, men um ein passar sær løgir, so ber til at leggja so til rættis, at ein kann náa framsýningina eisini.
Her eru nakrar myndir frá fyrireikingunum í dag. Erik Biskopstø, leiðari fegnast um, at undirtøkan fyri Kvøldskúlanum og handarbeiðsskúlanum er so góð, og útvið 1000 næmingar hava gingið til ymikst í hesum skúlaárinum.
– Tað eru eldhugaðir næmingar og dugnaligir lærarar, sum eiga innihaldið í Kvøldskúlanum, sigur Erik Biskopstø og vónar, at mong koma at vitja framsýningina.
Framsyningin er ókeypis, og ein einn kaffimuður og okkurt leskiligt – men tó heilsugott – fæst fyri ein sámuligan prís.
Skráin er annars:
15:00 Framsýningin byrjar
16:00 Próvhandan (Dugnaskaparroynd)
16:15 Jógvan Ravnsfjall greiður frá um ættargransking
17:00 Dansur
20:00 Framsýningin letur aftur
Livandi tónleikur verður at hoyra av og á




