Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gott kappingarár hjá Klaksvíkar Badmintonfelag

Dávur Winther

Klaksvíkar Badmintonfelag takkar á heimasíðu síni fyri ein góðan vetur og fegnast tey um, at KBF varð mest vinnandi badmintonfelag fyri ungdóm í landinum veturin 2013/2014.

Klaksvíkar Badmintonfelag takkar á heimasíðu síni fyri ein góðan vetur og fegnast tey um, at KBF varð mest vinnandi badmintonfelag fyri ungdóm í landinum veturin 2013/2014.

Í gjárkvøldið tóku tey saman um árið og fingu ein góðan bita. Hetta hevði Jógvan Skorheim, borgarstjóri fingið við og nýtti tí høvið at ynskja teimum til lukku við góðu úrslitunum. Hetta gjørdi hann umvegis Dáva Winther, mentanarleiðara, sum bar heilsan frá borgarstjóranum.

Á heimasíðuni kbf.fo verður m.a. skrivað: “Seinasta vetur høvdu vit umleið 55 børn, sum vandu 2-3 ferðir um vikuna, men í vetur hava vit haft umleið 80 børn. Limaskarin var seinasta vetur um 100 fólk, men hendan veturin kom talið uppá 135 limir.

Talan er um børn og vaksin,sum íðka. Eisini er tað eitt stórt tal av foreldrum, sum velja at gerast hvílandi limir. 80 børn og umleið 25 vaksin íðka, og so eru 30 hvílandi limir.

Vit í KBF halda, at vit hava raskastu foreldur. Tey eru altíð klár at hjálpa til, tá ið vit heita á tey.Eisini hava vit sera dugnaligar venjarar, ið taka sær av børnunum. Tað sæst eisini aftur á gongdini.

Ikki er bara talið á íðkandi leikarum vaksið, men úrtslitini eru betri enn seinasta vetur, og kunnu vit kalla okkum mest vinnandi felag fyri tann yngra partin av badmintonleikarunum í Føroyum.

Ítróttarliga gekk tað eisini sera væl og kunnu vit, nú hesin veturin er av, staðfesta, at KBF er mest vinnandi badmintonfelag fyri ungdóm frá U-17 og niðureftir í Føroyum.

KBF fekk flest heiðursmerki í 2013/14. Tað eru í dag 5 badmintonfeløg í Føroyum”.

Harleywoodpaint