Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

– Við Juvél 2 Sunnanfjørðs

Poul Jóhan Djurhuus

Fyrru helvt av mai mánaða verður ein trúboðaraferð gjørd sunnanfjørðs í Føroyum. Átakið hevur fingið navnið “FØROYAR 2014.” Tað er trúboðaraskipið “Juvél 2,” sum kemur at vitja í Nólsoy, Hesti, í Sandoynni og í Suðuroy frá 01. mai til Dýra biðidag 16. mai.

Fyrru helvt av mai mánaða verður ein trúboðaraferð gjørd sunnanfjørðs í Føroyum. Átakið hevur fingið navnið “FØROYAR 2014.” Tað er trúboðaraskipið “Juvél 2,” sum kemur at vitja í Nólsoy, Hesti, í Sandoynni og í Suðuroy frá 01. mai til Dýra biðidag 16. mai.

SKIPIÐ – SØGA

Skipið varð keypt frá Donsku Sjóverjuni í 2008, sum hevði brúkt skipið sum vaktarskip í Grønlendskum sjóøki. Skipið er av sama slagi, sum tey smáu vaktarskipini, sum Danska sjóverjan hevði siglandi í Føroyum í mong ár. Eitt av hesum skipum kallaðist Mågen.

Skipið varð fingið til vega av føroyingum, sum seinastu nógvu árini hava havt áhuga í trúboðaravirki í Grønlandi, har ímillum Klaksvíkingurin Óli Steinberg, sum hevur virkað í Grønlandi síðani fyrst í sjeytiárunum. Skipið fekk navnið “JUVÉL 2.”

Juvél 2 hevur siglt fram við Grønlendsku Eystur- og Vesturstrondini í summartíðini á hvørjum ári síðani 2008, og kemur eisini at gera hetta í summar. Endamálið er at boða Grønlendingum evangeliið um Jesus – og tí er JUVÉL 2 vorðin ein sannur JUVÉLUR í eygunum á nógvum Grønlendingum, tá teir síggja hetta lítla grá/hvíta skipið stevna inn eftir einum av vøkru firðum teirra!

“FØROYAR 2014”

Men næstu 16 dagarnar verða tað teir føroysku firðirnir sunnanfjørðs, sum Juvél 2 kemur at sigla ímillum. Skipari á ferðini er Sámal Jákup Hansen úr Klaksvík, ið er kendur sum skipari við Smyrli, so hetta skuldi verið kend sjóleið hjá honum. Fyrireikararnir hava fingið skipið til láns frá eigarunum, og kunnu nýta skipið sum trúboðaraskip áðrenn farið verður til Grønlands seinni í summar. Seinastu trý árini hava somu fyrireikarar lánt skipið til trúboðaraferðir í grannaoyggjunum, Hetland, Orknoyar og Hebridunum – nú eru tað Føroyar, ið eiga túr við átakinum “FØROYAR 2014.” Endamáli við átakinum er at boða evangeliið í talu, sangi, skrift og persónligum samtalum.

SØGULIGT ÁTAK

Hetta er fyrstu ferð, og eisini søguligt, at eitt trúboðaraátak av hesum slagnum verður fyritikið í Føroyum. Tó skal skoytast upp í, at tað at ferðast í Føroyum við egnum báti við evangeliinum, er ikki ókent. Samkomurnar í Ebenezer, í Siloa í Fuglafirði og Betesda í Klaksvík høvdu bát, sum menn dúgliga sigldu við um sumrarnar. Men hetta vóru bátar á stødd við seksaringar, og tað vóru ikki umstøður til at búgva umborð og enn minni at bjóða fólki umborð – men við hesum smáu bátum ferðaðust menn og kvinnur dúgliga norðanfjørðs við evangeliinum! Men lat tað verða lagt aftrat, at fyrireikararnir av “FØROYAR 2014” fingu síni fyrstu fet sum evangelistar nevniliga umborð á hesum smáu trúboðarabátunum!

FRÁFARINGARLØTA

Ein fráfaringarløta verður á Eystaru bryggju í Havn hóskvøldið 1. mai kl.18.00. Har verður ein løta við sangi. Manningin, sum telur 12, vónar at fleiri vilja møta upp og á tann hátt vísa sín stuðul til átakið. Í hesum sambandi skal verða nevnt, at er onkur, sum kundi hugsa sær at bakað eitthvørt til skipið, so er góður møguleiki at fáa tað umborð, meðan fráfaringarløtan er á Eystaru bryggju.

Umleið kl.18.30 verður farið til Nólsoyar, sum er fyrsta leiðin í ferðaætlanini, sum telur ikki færri enn 9 havnir í alt, sum verða vitjaðar næstu 16 dagarnar.

FERÐAÆTLAN

Skipið liggur eina nátt í Nólsoy, og leygarmorgunin kl.11.00 verður siglt út í Hest, har skipið liggur til til kl.18.30. Tá verður siglt til Skopunar, har almenn móttøka verður á bryggjuni kl.20.00.

Skipið kemur at liggja í Sandoynni frá leygarkvøldinum 03. mai til mikukvøldið 07 mai, tá fráfaringarløta verður í havnalagnum á Sandi kl.18.00, og síðani verður siglt til Hvalbiar.

Juvél 2 kemur at vitjað hesar bygdir í Suðuroynni: Hvalba, Tvøroyri, Porkeri, Vágur og Lopra. Meðan skipið liggur í Lopra, so kemur manningin eisini at vitja í Sumba.

NÓGVUR AKTIVTETUR

Meðan Juvél 2 kemur at liggja í teimum ymisku havnunum, so verður tað eitt blandað virksemi, sum kemur at verða út frá skipinum. Fleiri túsund faldarar eru prentaðir, sum verða býttir út í hvørt hús. Møtir og barnamøtir verða hildin bæði umborð og í landi. Almennar móttøkur verða hildnar á bryggjuni, har skipið kemur inn, og aftan á eru fólk vælkomin umborð. Manningin vónar, at fólk møta upp til almennu móttøkurnar. Tá skipið flytur í aðra havn, verður altið ein fráfraingarløta á bryggjuni har fólk eisini eru vælkomin at vera við og taka lut í sanginum.

Tey ymisku tiltøkini verða kunngjørd í Ras 2 og eisini í Lindini. Eisini verður ferðaætlanin at síggja á www.sandportal.fo

SKÚLAUNGDÓMAR

Avtala er gjørd við fleiri skúlar um at vitja umborð við teimum eldru klassunum. Hetta verður fyrrapartarnar. Tá verður kunnað, við hjálp av Power Point, um trúboðaravirksemi hjá skipinum seinastu fýra árini, og eisini um sjálvt skipið. Hetta átti at hjálpt upp á landafrøðiligu og trúboðanarvitanina hjá næmingunum. Okkurt leskiligt verður eisini til næmingarnar.

ÁTAKIÐ KOMIÐ AT ENDA

Dýra biðidag, sum er 16. mai, er trúboðaraátakið “FØROYAR 2014” komið at enda. Tá verður ein fráferðingarløta á bryggjuni í Vági kl.13.00. Øll eru boðin við til hesa løtu, har tað verður sungið og onkur hevur eitt farvælorð.

Í gomlum døgum, tá samfelagsmøtini vóru liðug, so var tað vanligt, at fólkið fór oman á kajuna at siga møtigestunum farvæl við góðum sangi, sum hoyrdist frá skipinum meðan siglt var út eftir vágni. Ein sangur, sum ofta var at hoyra tá, var sangurin, “Nógv fagrari fríðari.” Man ikki hesin sangurin fara at verða sungin hesa fráfaringarløtuna á bryggjuni í Vági, tá Juvél 2 leggur frá kaj eftir eina 16 daga trúboðaraferð sunnanfjørðs?!

HVUSSU KANN TÚ STUÐLA?

Endamáli við átakinum er at boða evangeliið í talu, sangi, skrift og persónligum samtalum.

Fyrst og fremst ynskja fyrireikararnir at áminna fólk um at stuðla í forbønini. Hesar næstu 16 dagarnar, tá vit seta okkum við døgurðaborðið, kunnu vit minnast at biðja fyri Juvél 2!

Um onkur ynskir at stuðla átakinum við eini peningagávu, so er møguleiki at flyta eina upphædd á konto í Eik Banka: 9181 655 772 6.

Er onkur, sum kundi hugsa sær at bakað eitthvørt til skipið, so er góður møguleiki at fáa tað umborð, t.d. meðan fráfaringarløtan er á Eystaru bryggju. Brúk er fyri nógvum bakverki og nógvum kaffi, tí øll allastaðni eru vælkomin umborð!

Tey ymisku tiltøkini verða kunngjørd í Ras 2 og eisini í Lindini.

Um vikuskiftið verður ein sending um “FØROYAR 2014” í sjónvarpsstøðini IKTUS.

Eisini verður ferðaætlanin at síggja hvønn dag á www.sandportal.fo

Harleyfacadeacryl