Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Byggimessa og bilframsýing letur upp í morgin

John William Joensen

Framsýnarar eru í løtuni í ferð við at seta upp í Badmintonhøllini og uttan fyri Kí-høllina stóðu langar bilrøðir við nýggjastu bilunum sum verða á stóru bilframsýningini í KÍ-høllini.

Framsýnarar eru í løtuni í ferð við at seta upp í Badmintonhøllini og uttan fyri Kí-høllina stóðu langar bilrøðir við nýggjastu bilunum sum verða á stóru bilframsýningini í KÍ-høllini.

Á Byggimessuni kann tú millum annað fáa hugskot og vegleiðing til bygging, byggitilfar, hurðar, vindeygu, orkuloysnir og vvs.

Byggimessan setur fokus á bygging, byggifrøði, fígging og tænastur til bæði vinnu og privatfólk.

Tú sær tilboðini og fær beinleiðis samband við fólk í vinnuni, og kann eisini gera tínar bíleggingar á sjálvari messuni.

Í Badmintonhøllini er eisini matarstað, har tú kann keypa tær lættari máltíð, ella heitan døgurða við onkrum omaná.

FTS-TIMBER framsýnir á fyrsta sinni

Framsýningarbásurin er beint við matarstaði í Badmintonhøllini.

FTS-Timber við Jóhan Danielsen hevur veitt byggitilfar til Føroyar í nøkur ár, og er hetta so fyrsta messan FTS-Timber luttekur á.

Vøruúrvalið hjá FTS-Timber fevnir um flest allar vørubólkar, ið ein byggiverkætlan hevur tørv á.

Sjálv framsýningin á básinum er við hurðum, vindeygum, garaguhurum, hita-viðgjørt timbri, eldverjuni ”No-burn” og Stillasum.

Hita viðgjørda timbrið er sera haldgott móti rotið, ein virðiligur avloysari til impregnera tilfar, og so inniheldur tað ikki fremmand kemisk evnir.

Hita-viðgjørda timburi er gjørt til at klæða hús og bygningar við.

Eldverjan ”No-Burn” kann nýtast til brunaverju á alskyns tilfar, so sum stál, timbur, klæði og innbúgv.

Á básinum verður eisini víst, hvussu ”No-Burn” verjir plagg, ið er viðgjørt við ”No-Burn”.

Vindeygu og hurðar frá FTS-Timber eru kend í Føroyum, og yvirhalda øll byggi krøv, eisini tey sum koma í 2015, umframt flestu krøv sum koma í 2020.

Hevur tú til dømis tørv á amboðum og maskinum, flísum, máling ella køki, so eru FTS-Timber eisini tilreiðar.

FTS-Timber leggur seg eftir hágóðsku, góða tænastu og eina góða príslegu fyri kundan.

Jóhan Danielsen hevur sum timburmaður/meistari drúgvar royndur í byggivinnuni.

Vitjar tú básin, kann tú fáa eitt gott prát við Jóhan, um møguleikar við byggitilfari og aðrar tænastur frá TFS-Timber.

Leygardagin 3. mai er eisini ókeypis tunnilsdagur, so høvið er gott til eina hugnaliga vitjan í Klaksv