Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, tekur viðmerkingarnar hjá løgtingsgrannskoðarunum í málinum um Strandferðsluna til eftirtektar.
| Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, tekur viðmerkingarnar hjá løgtingsgrannskoðarunum í málinum um Strandferðsluna til eftirtektar.
Hyggur landsstýrismaðurin aftur um bak, við teirri vitan, hann nú hevur, skuldu hann og umsitingin skjótari tikið neyðug stig fyri at fingið viðurskiftini í rættlag.Løgtingsgrannskoðararnir hava seinnapartin latið løgtingslimum sínar viðmerkingar til roknskapin hjá Strandfaraskipum Landsins 2013. Løgtingsgrannskoðararnir vísa á nøkur viðurskifti, ið ikki hava verið nøktandi í sambandi við fíggjarstøðuna hjá Strandfaraskipum Landsins.––Bæði eg og Vinnumálaráðið eru fullgreið yvir, at viðurskiftini hjá Strandfararskipum Landsins ikki hava verið nøktandi. Sum landsstýrismaður taki eg ábyrgd fyri tí, sum er farið fram. Vit tóku tí eisini neyðug stig fyri fleiri mánaðum síðan fyri at tryggja, at vit ikki koma í somu støðu aftur, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum. |
| Vitja vmr.fo |




